ÍF vann 2-0 móti AB
Tað var gott lag á fuglfirðingum, nú tað eydnaðist teimum at vinna tey fyrstu trý stigini í Fløtugerði.
Væl av áskoðarum vóru til dystin, og veðrið var av tí besta við sól, so líkindini at spæla vóru av teimum allarbestu.
Liðini vístu rættiliga skjótt, at talan var um ein javnan dyst. Fyrsta málmøguleikan átti AB, men hann varð misnýttur. Bæði liðini stríddust væl, og tá ið 11 minuttir vóru farnir, eydnaðist tað Hans Jákup á ÍF -liðnum at seta bóltin í AB-málið til støðuna 1-0. AB- liðið stríddist av øllum alvi at fáa javnleik, men tað eydnaðist teimum ikki.
ÍF - liðið stríddist væl og hevði yvirvág í spæli allan seinna hálvleik, men striltið gekst at fáa bóltin í málið aftur, tí argjamenn løgdu nógv fyri og vardu væl, men so einaferð eydnaðist tað aftur Hans Jákup at seta bóltin í meskarnar hjá AB til støðuna 2 - 0. Hans Jákup hevði ein góðan dag, hann stríddist sum fyri lívinum, og við sínum kvikleika fekk eingin steðgað honum. Tað vóru aðrir við honum, ið stríddust nógv og væl, ið samanlagt gav sigurin 2- 0, ið ÍF -liðið hevði fult uppiborið.
Tó skal sigast, at í fyrra hálvleiki gjørdi ÍF-liðið alt ov nógv mistøk, ið kundi kosta teimum, men sum dysturin leið, fekk okkara lið stýr á dystinum, og mistøkini fækkaðust. Venjararnir hjá ÍF-liðnum Alexander og Bartal hava arbeitt dúgliga við liðnum og fingið væl burturúr. Næsti dystur hjá okkara liði er móti Víkingi í Fløtugerði komandi leygardag, eitt lið í tí betra endanum, men vísir okkara sama stríðsvilja sum í dag, so kann alt henda. Vónað verður, at nógvir áskoðarar koma til komandi dyst í Fløtugerði í Fuglafirði.

Onnur tíðindi