Í síðstu løtu fall avgerðin
Dystarfrásøgn: ÍF - Víkingur.
Úrslit: 0-1.
Væl av fólki hevði leitað sær niðan í Fløtugerð at síggja dystin millum ÍF og Víking. Líkindini at spæla vóru hampulig, turt og nakað av vindi. Víkingur hevur nú í mong ár ligið millum tey fremstu liðini í bestu deildini, men dystirnir millum hesi liðini hava aloftast verið rættliga javnir, og soleiðis varð eisini í dag.
ÍF spældi rættiliga góðan fótbólt í fyrra hállvleiki og stóð einki aftanfyri Víkingaliðið. Ein upplagdan møguleika hevði miðframherjin hjá ÍF tíðliga í dystinum, men tað eydnaðist ikki at seta bóltin í netið. Ágrýtna Víkingaliðið hevði nógv bóltin, men fáar málmøguleikar, so fyrri hálvleikur endaði við 0-0.
Í seinna hálvleiki var Víkingur tað sterkara liðið og løgdu stórt trýst á ÍF-liðið, men ÍF-ararnir stríddust væl og dúgliga, og Víkingur hevði trupulleikar at koma ígjøgnum ÍF-verjuna. Men í evstu løtu eydnaðist tað Víkingi at skora, eftir at hava fingið eitt hornaspark, til støðuna 1-0. Fuglfirðingar royndu av øllum alvi at fáa javnleik, men tað eydnaðist ikki, og Víkingaliðið kundi fara út um Varmakeldueiði við trimum stigum í skjáttuni.
Um okkara lið kunnu vit siga, at tað spældi góðan fótbólt í fyrra hálvleiki, meðan seinni hálvleikur var ikki tann sami, og spælarar spældu seg til fleiri fullkomuliga óneyðug gul kort. Verjan hjá ÍF-liðnum var góð, og Víkingur hevði tað trupult við at koma ígjøgnum hana. Málmaðurin royndist væl. Spælið á miðvølllinum riggaði ikki nóg væl, og sjálvandi verður rættað upp á hetta til næsta dystin. Hetta fara venjararnir báðir, Alexander og Bartal at umrøða saman við okkara spælarum.
Vit eru mong, ið vænta okkum nógv av okkara liði í ár, og dyggastu stuðulin vit kunnu veita liðnum, er, at vit møta fjølment upp til næsta dyst.

Onnur tíðindi