Meginreglur í ungdómsdeildini
Tað besta, sum er hent hjá ÍF seinnu árini, er, at kvinnurnar eru komnar aftur til Fuglafjarðar at spæla fótbólt, tí tær venja, døma, sita í nevndum og taka annars lut í felagslívinum á allan hátt.
Nevndirnar eru mannaðar, vit hava fingið fíggjarligt støðufesti og kommunan er ein góður viðleikari.
Vit, sum varða av ungdómsdeildini, ynskja, at teir ungu fuglfirðingarnir fáa eitt gott tilboð alt árið, tískil er nærum ongin steðgur í venjingini hjá ÍF; hvørki um summarið ella um veturin. Ungir fuglfirðingar kunnu eisini venja ofta og venja longri hvørja ferð. Tað eru ongi skott millum liðini, so leikararnir kunnu venja við eldri/yngri liðum. Hugsjónin er, at vit arbeiða við 25%-50%-25%, har leikararnir helvtina av tíðini fáa venjing á hóskandi støði, har teir 25% eru trýstir og 25% eru millum teir bestu.
Hann vinnur, ið treiskur er, byggir á meginregluna um 10.000 tímar við fótbólti í 10 ár. Kókað niður til vikur, so tosa vit um 20-25 tímar við fótbólti hvørja viku. Tá er eisini týdningarmikið at hava í huga, at alt telur: spæl í fríkorterinum, ítróttur í skúlanum, sjálvvenjing á vøllinum, venjing við felagnum osfr. Aðrar kanningar vísa á, at tað krevur 600.000 endurtøkur fyri at betra um ymiskar bólteginleikar, tískil ynskja vit eisini 1.000 bóltnertingar hvørja venjing.
Teir flestu leikararnir, sum náa fótbóltstindin, byrjaðu tíðliga at spæla fótbólt, tí hava vit eisini eitt tilboð til tey allaryngstu, kallað Yngst ella U5. Skulu hesi ungu síðani halda á flest møguligt-longst møguligt-best møguligt, noyðast vit sum felag at hugsa vinfólk og felagsskap frammarlaga í virkseminum.
Men fótbóltsspæl er ikki bert við bólti, men eigur hvør einstakur leikari at hugsa um kroppin og hvørja áfylling kroppurin fær. Matur og fimi eiga sostatt at hava høga raðfesting bæði hjá íðkarum og foreldrum, sum kunnu stuðla við góðum matpakkum ella góðum ráðum.

Onnur tíðindi