ÍF vann 3-0 í Fløtugerði
Tað er ikki á hvørjum sinni, at ÍF í bestu deildini vinnur heili 3- 0, men tað gjørdi ÍF -liðið í dag við at vinna á EB/Streymi í Fløtugerði.
Fyrri hálvleikur varð væl spældur og undirhaldandi, og liðini vóru rættiliga jøvn, og bæði liðini høvdu møguleikar at skora, men meira enn møguleikar bleiv tað ikki til. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað Eliasi at fáa eitt dundursskot í netið, so støðan bleiv 1 - 0. Men EB/Streymur fall ikki í fátt av tí, og løgdu nógv fyri at javna. ÍF-liðið vardi væl, men mangan var nær við hjá EB/Streymi at fáa mál. Megnaði ÍF-verjan ikki at steðga teimum, so gjørdi málmaðurin tað, ið stóð ein branddyst.
So hendi tað, at spælari hjá EB/Streymi mistók seg inni í 16 metrunum hjá ÍF, ið bar í sær, at hann fekk reyða kortið, so EB/Streymur spældi við 10 monnum. Haraftrat varð brotsspark dømt til ÍF, ið Karl setti í meskarnar
við einum kanónskoti. Útvísingin varð stórur smeitur fyri gestirnar, tí spælarin, ið varð útvístur, var ein av frægu spælarunum hjá EB/Streymi. Fuglfirðingar hildu fram at trýsta mótstøðuliðið, og so eineferð megnaðu teir at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum, og Gundi eydnaðist at skora eitt avbera vakurt mál, so støðan gjørdist 3-0 til ÍF-liðið. Men fuglfirðingar mistóku seg eisini, tá ið miðframherjin gjørdist ágangandi móti málmanninum hjá EB/Streymi. Hann fekk reyða kortið, og so skjótt sum tað varð avhendað, bríkslaði dómarin dystin at verða lidnan.
Sum sagt, fyrri hálvleikurin var sera spennandi, meðan seinni hálvleikur varð ikki eins væl spældur, og orkan var ikki tann sama. Mistøkini, ið gjørd vórðu, koma at kosta liðunum nógv, tí umrøddu spælarar koma ikki at spæla við næsta dystin. Miðframherjin hjá ÍF hevur verið óførur, og saknurin av honum verður stórur, men maður kemur í mans stað, so tað skal bara ganga.
Venjararnir hjá okkara liði hava fingið væl burturúr. Spælið var væl skipað, og hvør einasti spælari legði nógv fyri, og tað samanlagt gav góða úrslitið.

Onnur tíðindi