HB gjørdist ov stórur biti
Undan dagsins dyst vistu vit, at tað var ein stór uppgáva, ið bíðaði okkara monnum í Gundadali. FM-biðlarnir úr HB hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, og hava fyriuttan síðsta umfar, fingið fult burturúr hvørjaferð. Okkara avrik hava eisini verið góð í seinastuni, og fóru vit vónrík til Havnar í dag.
Petur Reinert bríkslaði dystin í gongd klokkan 15.00. Vit stillaðu í formatiónini 3-5-3. Aftasti skansi var ein stinnur Tóri T. Verjan varð aftur mannað av Tóra O, Karl og Jan, saman við vongbakkunum, Eliasi og Pól Jákupi. Á miðvøllinum vóru Ruben og Elvio verjukendir, meðan Gundur røkti álopskenda plássi. Fremstir vóru Hans Jákup og Dánjal. Í dag vóru vit uttan Jhon Mena, sum seinasta dyst varð vístur av vøllinum við tveimum gulum kortum.
Avrikið hjá okkara monnum í fyrra hálvleiki var gott. HB hevði sum vera man bóltin meira, men í støðum vóru okkara eisini vandamiklir. Tá góður hálvur tími var farin, vóru vit óhepnir við sjálvmáli. HB’ari leggur gott innlegg úr vinstru síðu, har Karl verður noyddur at spenna allar spønir í kroppinum fyri at røkka bóltinum, men tíverri er tað ikki nokk, og endar hann tí við at beina bóltin beint í málið. Lítla løtu seinni reisa vit okkum aftur. Elias leggur eitt innlegg úr høgru, sum ein HB’ari snittar við høvdinum, soleiðis at bólturin endar fyri fótunum á Gunduri. Hann tekur eitt trekk framvið bakkinum hjá HB, og úr spískari støðu fær hann smekkað bóltin í netið, so støðan nú var 1-1. Beint áðrenn hálvleik slapp ein HB’ari leysur í høgru síðu, og flata innleggið rakti á áleyparan, Mads Borchers, ið var plaseraður mitt fyri málið, og hann skuldi bara seta bóltin inn.
Í seinna hálvleiki eru vit nær við at javna, tá Dánjal sleppur at standa leysur inni í brotssteiginum, eftir eitt gott innlegg frá Pól Jákupi úr vinstru. Dánjal verður órógvaður av einum HB’ara, og tí gjørdist einki burturúr støðuni. Um miðjan seinna hálvleik eru vit aftur óhepnir, og gera eitt straffi, sum Adrian Justinussen trygt setti í netið. Tað var sum at hetta fekk síðstu luftina úr ballónini, tí eftir tað lá HB tungt á dystinum. Nógvar vóru støðurnar frammanfyri okkara máli, og tað eydnaðist HB’arunum at skjóta fjórða og síðsta málið seint í dystinum. Hetta málið kom frá einum innleggi úr vinstru, har vandamikli Mads Borchers aftur slapp fyrstur á bóltin, og setti hann afturum einum prísgivnum Tóra í málinum.
Innskiftarirnir Jóhann, Gonzalo og Rúnar fingu nakrar minuttir í beinini, men hjá hesum var tungt at prógva seg, av tí at dysturin longu tá var follin so nógv til heimamenninar.
Samanumtikið kann sigast, at uppgávan frammanundan kundi tykjast sera stór, og hóast vit høvdu bygt vónirnar upp við góðum avrikum í øðrum dystum, so gjørdist HB ein ov stórur biti. ÍF’arirnir vístu til tíðir fínar taktir, og stríddust væl allan dystin.

Onnur tíðindi