Tap í tøttum dysti
Í góðveðrinum í kvøld var dystur í næstbestu kvinnudeildini á skrá.
ÍF tók ímóti KÍ og fitt av fólki høvdu leitað sær ein túr niðan í Fløtugerð at stuðla kvinnunum, nú triðja umfar skuldi leikast. ÍF lá undan dystinum nummar 6 á stiðatalvuni og KÍ nr 8.
Fyrstu 11 hjá ÍF vóru:
Anna Antoniussen, Annika Christiansen, Jónfríð Olsen, Sigrid Petersen, Mary-Ann Zahariassen, Gunrið á Lakjuni, Marta Thomsen, Kristina Obradovic, Jenny Reinert-Petersen, Glæma Petersen og Erla Róin. Eitt væl blanda lið, har ungar og eldri kreftir mynda bulin.
Dómari var Annika Breiðaskarð.
KÍ byrjar dystin heldur betri og leggja beinanvegin høgt trýst, men tað er ÍF sum hevur fyrstu royndina. Erla roynir seg úr 25 metrum, men ov lítil kraft er í skotinum. ÍF liðið spælir seg skjótt úr trýstinum og liðið arbeiðir seg væl fram eftir vøllinum. Glæma, sum í dag spældi á miðvøllinum, fylti væl og spældi ein góðan dyst. Tá umleið 10 minuttir eru leiktir, fær KÍ ein stóran tjans, sum tær brenna. Teirra vongur verður spæld púra leys í vinstru síðu, leggur innfyri, men her væntar neyvleiki og tær brenna, hóast einsamøll við málmanninum.
Dysturin er nú sera javnur, hóast KÍ hevur fleiri hálvar møguleikar. ÍF liðið tyktist væl skipað, serliga miðaksin og ÍF verjan spældi seg væl burturúr trýstinum, sum KÍ til tíðir legði. 15 min spældir, og ÍF fær fríspark beint uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Veteranurin, Erla Róin verður sett at taka og rakar á tvørtræið. Góður møguleiki og gott skot frá Erlu, sum spældi ein góðan dyst. KÍ spældi fleiri ferðir upp um verjuna hjá ÍF og fleiri hálv farligar støður stóðust av hesum, men verjan trekti offside ella stóð væl skipað og fekk ruddað burtur. Nógv skot eru uppá mál næstu løtuna og bæði liðini vilja hava mál, men kvaliteturin á skotunum er ikki nóg góður og tað gerst ikki nakað serliga vandamikið. Hálvur tími farin. ÍF hevur horna í høgru síðu. Bólturin kemur væl innfyri og ein skallari fer beint tvørtur við málinum. Ein stórur møguleiki. 43 min. Jenny finnur Mary-Ann, spælir inn um KÍ verjuna, men Mary-Ann verður taklað í skotinum, og her spyrst einki burtur úr. Ein góð roynd og gott ÍF spæl. So hendi tað, sum ikki má henda. ÍF misssur bóltin í vinstru síðu, L. Joensen hjá KÍ smekkar til útifrá og bólturin smíður sær innum Annu í ÍF málinum. 0-1 til KÍ beint áðrenn hálvleik.
Byrjanin av seinna hálvleiki líkist fyrra. KÍ roynir at trýsta, men tað er ÍF, sum eigur fyrsta møguleikan, men neyvleikin manglar. Annika Christiansen, sum aftur er at síggja á ÍF liðnum, stendur sum ein brandur í miðverjuni og avvísir bólt aftaná bólt. Ein sannur fongur fyri kvinnufótbóltin í Fuglafirði at hava eina sum Anniku. 32 minuttir spældir. Jenny leggur eina avlevering inn um verjuna hjá KÍ, men tíverri verður skotið beint á málmannin. KÍ økir síðani til 2-0, men ÍF liðið gevur ikki skarvin yvir av hesum. Nógvir hálvir møguleikar eru báðar vegir uttan at tað er veruliga gerst vandi á ferð. Tá tað resta eini 10 minuttur vísir ÍF gott spæl, sum eisini endar við, at Annika minkar um munin til endaligu støðuna 1-2. Var hepni við ÍF kvinnunum hesa seinastu løtuna, kundi úrtslitið væl verið, eftir mínum tykki, ein javnleikur.
Til endans. Ein heldur rótutur dystur við einkultum glottum. Innsatsurin var góður frá báðum liðum og við innsatsi kann ein koma langt. Ikki ofta man sær kvinnuligar dómarar døma í Føroyum. Annika Breiðaskarð, sum leiddi dystin, kom væl frá uppgávuni og dømdi ein góðan dyst.
At kvinnufótbólturin í Fuglafirði hevur lív lagað, er eingin ivi um. Stríðsviljin er til staðar, men enn væntar nakað í, áðrenn man kann bjóða teimum bestu av. Men hey, ting taka tíð og við venjarum sum Eyðum Ryggshamar, blandingini av ungum og eldri og einari støðugari tilgongd av yngri leikarum, so vænti eg, at tað verður ikki leingi, til ÍF kvinnur verða at síggja í bestu deildini.

Onnur tíðindi