Kvinnurnar vunnu stórsigur á Toftum
Mikukvøldið spældu kvinnurnar dyst á Toftum. Stuttligt var at síggja at fleiri áskoðarar høvdu leita sær út á Svangaskarð at hyggja. serliga eru gentur U16 raskar at fjeppa. Vit vóru spentar at sleppa í eldin aftur og vaska stórtapi í steypakappingini av okkum aftur.
Byrjanaruppstilling:
Olga Torkilsdóttir- Gunnrið á Lakjuni, Marta S. Thomsen, Sigrid Petersen, Jónfríð Olsen - Mary-Ann Zachariassen, Glæma Petersen, Annika Christiansen, Erla K. Róin, Jenny R Petersen - Kristina F. Obradovic
Bonkurin: Karin Rygshamar, Jenny á Lakjuni, Marna Klein, Mirjam Fagrá, Birita L. Haraldsen.
Frá fyrsta bríksli leggja vit okkum tungt á dystin, og 3 minuttir inn í dystin fáa vit horna. Mary-Ann verður sett at skjóta, siktar beint eftir Martu, sum er komin fram við, tí sum vit vita, tá verður tað farligt.. Mary-Ann skjýtur til Martu, men bólturin fer beint forbí og í læri á Kristinu og í mál. 0-1 til okkum. 5 minuttir seinni er Kristina aftur á blettinum, og við einum flottum langskoti, økjur hon um leiðsluna til 0-2. 15 minuttir farnir og Mary-Ann fer rekandi fram í vinstru síðu, leggur eitt flat innlegg innfyri, sum Jenny RP ikki rakar, men til alla lukku stendur Erla beint aftanfyri Jenny og kann seta bóltin púra ótarnað í málið. So hendir tað, sum ikki skal henda, tær fáa eitt álop, ein ballónbóltur verður spældur inn í felti, og har stendur ein B68 leikari og beinir bóltin í málið, 1-3. Men vit fara ikki niður við høvdinum, fara fram og sentra, spæla bóltin runt í verjuni, Jónfríð, sum annars endaði á skaðastovuni 5 minuttir aftaná, leggur ein bólt fram til Mary-Ann, sum á miðjum vølli fremur eitt einmansavrik og rekur 4 B68 leikarar av og leggur bóltin hegnisliga í málið, úr spískum í vinstru 1-4. Síðani leikar sindur javn á fram til hálvleik.
Í hálvleikinum tosa vit um at vit muga koma líka væl út í seinna hálvleik, sum vit byrjaðu dystin. Í seinna hálvleiki hava vit mótvind og tí riggar betur at leggja stikningar innum B68 verjuna. Og tað er júst soleiðis at málið til 1-5 kemur. Mary-Ann, sum var stór spælandi hendan dystin, legði ein frekan stikning innímillum miðverjuna og høgra bakk, sum Jenny RP rennur upp og bombar í kassan. Eitt klassa mál.
68 minuttir farnir, Annika, fangar ein bólt á miðjuni, sum hon eisini hevur gjørt allan dystin, rekur eitt sindur fram, spælir Mary-Ann leysa, og enn einaferð leggur Mary-Ann bóltin í málið spíkst úr vinstru, 1-6.
1-7 málið er sama uppskrift, Annika vinnur ein bólt á miðjuni, spælir Mary-Ann, sum fer rekandi fram eftir vinstru síðu, leggur ein flatan bólt inn fyri og aftur stendur Kristina á røttum stað og setur fótin á bóltin, 1-7, og hattrik til Kristinu, sum í ár er flutt fram í álopi, eftir at hava bobblast á miðjuni tað mesta av síni karrieru. 80 minuttir farnir, og sum ikki einafer, vinnur Annika ein bólt inni á teirra hálvu, fer til vinstru, setir 3 B68 leikarar av, og smekkar til ímóti málinum, men vindurin steðgar ferðini á bóltinum, so hann fer meira tvørturum. B68 málkvinnan stndur klár at taka bóltin, men sum eitt lyn kemur Kristina framum hana og stútar bóltin í netið, 1-8.
Í 84inda minutti fer Jenny RP rekandi fram í vinstru síðu, leggur ein bólt tvørturum, sum Birita, sum er innskift miðskeiðis í seinna hálvleiki, rennur upp og setur bóltin trygt í málið, til endaligu støðuna 1-9.
Næsti dystur verður 14. mai, í Fløtugerði, ímóti Víkingi.

Onnur tíðindi