KÍ fekk skarpan gang í Klaksvík
Dystarfrásøgn frá Betrideildardystinum í Klaksvík millum KÍ og ÍF tann 6. apríl. Dysturin endaði við einum teprum heimasigri, 1-0.
KÍ byrjaðu ikki við sterkasta "uppstillingini" í dag, kanska tí teir hildu fuglfirðingar verða so lættar at syfta, men teir fingu annað at síggja.
Fuglfirðingar løgdu nógv fyri beinanvegin. Verjan var sterk og spældi skilagott, og trupult var hjá klaksvíkingum at koma ígjøgnum verjuna, og tær ferðirnar tað eydnaðist, so var Tóri har sum ein køttur, og hevði bóltin í føvninginum. Sama kann sigast um spælið á miðvøllinum, alt riggaði. Álopið hjá ÍF spældi seg til fleiri møguleikar, men sum tíverri fyri teir, ikki gav úrslit. Ta einu ferðina royndi 2-arin seg við einum langskoti, tá ið KÌ - málmaðurin varð farin ov langt út, men tað eydnaðist málmanninum akkurát at fáa bóltin upp um málið. Aðrir møguleikar vóru eisini, men eydnan varð ikki við teimum. Klaksvíkingar høvdu eisini sínar møguleikar, men einki bar til hjá teimum. Støðan í hálvleikinum varð 0-0.
Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ fleiri útskiftingar, og fleiri av teimum royndastu spælarum hjá KÍ komu inn, og teir gjørdu tað truplari fyri ÍF -liðið, ið endaði við at KÍ fekk fyrsta málið, ið frægi skjúttin
Árni Frederiksberg syrgdi fyri. KÍ -liðið hevði yvirvág í spæli eina løtu, men ÍF -liðið fall ikki í fátt, tvørturímóti góvu teir alt teir áttu og lupu mangan hvøkk á KÍ-liðið. So í teimum síðstu minuttunum, eydnaðist tað ÍF at fáa mál, so varð javnleikur, men hendan frøin vardi stutt, tí dómarin kolldømdi ÍF - málið, ið ÍF - spælararnir høvdu ilt við at skilja.
Nógvir ÍF-fjepparar vóru til dystin í Klaksvík í dag og heppaðu sínum liði, so tað hoyrdist um alla Klaksvíkina. Hóast vit taptu við einum máli móti fremsta liðnum í bestu deildini, so eiga spælararnir, venjararnir Alexander og Bartal, rós uppiborið fyri sítt avrik í Klaksvík í dag.
Hetta boðar frá góðum.

Onnur tíðindi