Kvinnurnar við góðum sigri
Lagt var upp til eina spennandi grannauppgerð ímillum 1.deildar kvinnuliðini báðumegin Varmakeldueiðið henda vakra sólríka sunnudag. Víkingur, sum hevur Betri deild eisini, valdu at spara nakrar av teirra royndu leikarum, og tóku ístaðin fleiri ungar leikarar við. ÍF vóru fullmannaðar og líkindini fyri at spæla vóru sera góð. Dómarin var okkara egna Annika Breiðaskarð.
ÍF legði betri fyri. Longu í 3. min leggur Erla Róin, við einum kanón skoti, ÍF á odda 1-0. Hetta var gjørt í besta Erlu-stíli, sneiddi tveir leikarar av, og út frá 25 metrum skjeyt hon uppum málverjan hjá Víkingi, sum annars stóð ein sera góðan dyst. Ein dreymabyrjan fyri heimaliðið, sum helst ikki hevði væntað at lagt seg á odda so tíðliga í dystinum, tí tann einasta, ið feiraði málið, var Gunnrið á Lakjuni.
Í 14. min er aftur álop. Annika Ragna, okkara fongur norðanfjørðs, vinnur bóltin á miðjuni, fintar nakrar leikarar av a la Messi, og leggur ein stikkning til Mary-Ann, sum rennur fram við tveimum víkingaleikarum heilt til baklinjuna, og leggur ein flatan bólt eftir jørð inn fyri til Jenny yngru, sum bert skal seta fótin á. 2-0 til heimaliðið.
Tað koma fleiri skot uppá mál. Erla, Annika Ragna og Glæma hava allar góðar skotroyndir uppá mál. Málslúkurin hjá okkum, Kristina, sum er hálvur kroati og minnir ikki sørt um Modric, stríðist eisini fyri at fáa bóltin innum stengurnar, men víkingamálverjin tekur tað mesta, ella blokerar út til horna. ÍF kundu fingið fleiri mál uppá horna, t.d. í 18. min. Mary-Ann tekur horna úr høgru. Sigrid Petersen hevur lisið uppá, snýtir fíggindarnar til taka stutt horna, men rennur í eitt 6-tals-system, har hon við fullari ferð tveitir seg við høvdinum fremst og stútar bóltin beint á tvørstongina. Tað kundi tað sama givið mál. Sigrid er ein av teimum leikarum, sum er meira ”beinrakin” við høvdinum, enn beininum, so hatta er guff fyri hornastøður hjá ÍF.
Olga, málverjin hjá ÍF, hevði ikki nógv at gera, tí hóast víkingarnir til tíðir spældu væl, og komu fram til álop, gjørdist tað ongantíð veruliga vandamikið, og hevði hon fult tamarhald á støðuni. Hálvleikstøðan var 2-0.
Í seinna hálvleiki situr ÍF á mestsum øllum. Við meira neyvleika hevði heimaliðið kunnað økt munandi um leiðsluna, men víkingaverjan stóð væl, og ÍF datt ferð eftir ferð í rangstøðufelluna hjá víkingunum.
Men í 77. min bragdaði aftur. Aftur Jenny yngra. Tað tykist sum um, at John´s og Jenny´s hevur fingið kveikt skoringina hjá henni aftur, tí hon skoraði ikki færri enn tvær ferðir. Mary-Ann var flutt frá síðuni inn a offensiva miðvøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og við einum stikkningi frá henni og við einari flottari nerting, fekk Jenny yngra hegnisliga sett bóltin í meskarnar aftanfyri víkingamálverjan. Endiliga 3-0 eftir fleiri skotroyndum frá sterku skýttunum, Kristinu, Anniku Ragnu, Gunnrið, Glæmu, Erlu, Marnu o.ø. Marta fann ongantíð innara fótbóltspælaran fram og til deyðbóltsstøður minti hon mest um eina skjaldbøku, bæði tá hon rann og tá hon skuldi skalla, men hetta kann henda sjálvt fyri tær bestu.
Innskiftararnir smæddust ikki burtur, hvørki í verjuni ella í álopinum. Mirjam stóð sum ein brandur, og vísti serlig jogatriks, tá fríleypararnir hjá víkingunum komu. Tó hevði tað kunnað blivið vandamikið uttan eina stórspælandi Jónfríð, sum hevur serligar dygdir, bæði í defensiva og offensiva leiklutinum. Karin kemur í hennara stað og tekur yvir har Jónfríð slepti. Frammanfyri seg hevði hon jú Marnu, sum rennur sum ein ferrari - ja, tað er gleðiligt at síggja, hvussu sterkur bonkurin er.
Innskifta Heidi á Lakjuni avgreiddi sína skyldu, tá hon tríggjar minuttir seinni skeyt fjórða og síðsta málið í dystinum eftir returbólt, sum Birita Haraldsen stríddi seg ígjøgnum úr vinstru. Flott avrik av tveimum ungum leikarum.
4-0 til heimaliðið gjørdist endaliga støðan.
Samanumtikið kann sigast, at ÍF vann ein tryggan sigur, hóast víkingarnir bitu frá sær. Flott spæl til tíðir, lítið harðligt spæl, og ólíka seinast, kom heldur onki reytt kort, sum er at fegnast um.
Eftir atkvøðugreiðslu gjørdist Annika Ragna dagsins leikari. Til lukku Annika!

Onnur tíðindi