Málveitsla á Argjum
Frásøgn frá dysti í 1. deild hjá kvinnum tann 20. mai, tá okkara bestu kvinnur vóru á Argjum og spældu móti AB. Talan bleiv um stórsigur á 1-8 til okkum.
Nakað av vindi var á Argjum í dag tá ið okkara kvinnur møttu AB. Vit sleppa at velja síðu og fáa við vind fyrsta hálvleik.
Johannus leiður hópin í dag, ímeðan Eyðun liggur á blot í Edinburgh.
Fyrireikingarnar til dystin hava verið góðar. Liðskiparin Mary-Ann er full í orku eftir góðan favorit steak frá Angus.
Vit leggja høgt trýst beinaveg. Kristina vinnur eitt horna, men vindurin lumpar Mary-Ann og bólturin fer ein túr í gamla AB húsið.
Vit hava eisini beinaveg nøkur skot uppá mál.
Sigrid hevur eitt flott skot uppá mál eftir innlegg frá Martu eftir horna, men bólturin rakar skeivumegin málnetið!
Beint eftir tað stendur Kristina ótarnað á fimm metrinum og skýtur við síðurnar av… MEN kjansir vera skjótt umsettir til mál.
0-1 til ÍF eftir 9. min. Mary-Ann skorar flott mál eftir innkast á AB hálvuni.
Kristina kemur til fleiri kjansir men onkursvegna vil bólturin ikki í mál?
Marta rópar upp í gear. Og tað verður lurtað!
3 min seinni er 0-2 til ÍF og spælt eru 20. min! Erla spælur bóltin djúpt til Jenny P. sum bjóðar verjuni hjá AB av, og pløkkar bóltin upp í longra hjørn. Flott spæl!
Vit royna okkum við langskotið og málmaðurin far ikki heilt tamarhald á bóltinum. Vit vinna bóltin aftur og Kristina snýr seg um verjuna og skorar! 26 min spældir og Kristina skorar til 0-3!
Vit fáa fríspark í góðari støðu eftir AB leikari sá seg ov góðan við blusuna hjá Mary-Ann. Sigrid sendur bóltin flott og høgt inn, Jenny P temur bóltin flott og skorar til 0-4 og 30. min eru farnir!
Sosatt eitt assist til Sigrid og mál nr. 2 hjá Jenny P. higartil 🔥
35 min spældir og Argjadamur minka um munin til 1-4. Eitt óheppi mál.
5 min seinni tekur Erla hjørna í høgru síðu og Annika far høvdið á, men bólturin verður bjargaður á strikuni! Bólturin dettur út og Marna far bóltin 20 m uttanfyri málið og bombar til! Bólturin fer í yvirleggjarin og inn! Vit skora til 1-5! Eitt kanón mál ☄️
Eina løtu seinni leggur Mirjam inn fyri har hon finnur Kristinu sum setur høvdið á!
1-6 til okkum beint fyri hálvleik! Ja mín sann, tvey assist frá okkara verjuleikarum🫡😄
Vit eru væl nøgdar við fyrsta hálvleik, og hava verið grammar eftir at skora. Nú stendur 2 hálvleikur fyri framman við mótvindi.
Johannus leggur nýggjan taktik sum skal tryggja okkum sigurin… Og kanska eitt, tvey mál afturat.
Vit mangla nakrar leikarar í dag m.a Gunnrið sum skrivar bacheloruppgávu, og tískil var eingin sjokoláta at gotta sær við í hálvleikinum.
Vit koma væl inn til seinna hálvleik og hava tvær góðar avslutningar beinaveg.
Mary-Ann far bóltin í máli eftir 13 min men verður dømd offside. AB kemur væl betur út til seinnahálvleik, og tað gongur báðar vegir, men uttan at AB gerast farligar.
Jenny P sendur flottan bólt til Biritu, sum er komin á vøllin í hálvleikinum. Hon tekur túrin og setur verjuna av, men bólturin fer við beint framvið málið. Flott arbeitt av Biritu!
25 min inni í seinna hálvleik skorar Jenny P í sera spískum vinkli til 1-7 til okkum! Og hattrik til Jenny P!
Stutt aftaná tað eftir trunka spæla, setur Kristina bóltin trygt í mál til 1-8! Sosatt er talan um seinna hattrikki í dag 🔥
Vit spæla væl og kvinnurnar vinna dystin 1-8!
Fyrstu ellivu: Olga, Sigrid, Mirjam, Marta, Annika, Glæma, Erla, Mary-Ann, Kristina, Jenny P og Heidi
Bonkur: Jenny Á L, Birita og Marna
Næsti dystur verður 2. Hvítusunnudag í Fløtugerð, tá vit taka ímóti nr. 1 í deildini, B36.

Onnur tíðindi