Enn ein sigur á kontuna
Lagt var upp til ein spennandi dyst í Fløtugerði mánadagin, tá nr. 1 og 2 í 1. deild kvinnum hittust.
ÍF liði: Olga Hansa - Gunnrið, Mirjam, Sigrid, Marta - Mary-Ann, Erla, Annika Ragna, Glæma, Jenny RP - Kristina
Bonkur: Jenny á L, Birita, Marna, Heidi
Teir fyrstu 10-15 minuttirnar hava vit sindur ringt at fáa spæli at koyra, tó so, so fáa vit ein kempi møguleika eftir 9 minuttir. Erla vinnur bóltin á miðjuni, sendir ein góðan stikning ímillum vinstra miðverja og bakk, har Mary-Ann hevur runnið seg leysa og er tí einsamøll við málverjanum, men brennur.
Aftaná teir fyrstu 15 minuttirnar koyrir spæli væl, vit tosa á vøllinum, avleveringarnar eru góðar, vit vinna fyrsta og næsta bólt. So mangla bara málini.
Aftaná 24 minuttir fær Mary-Ann bóltin í høgru, spælir eitt tvey við Gunnrið. Mary-Ann trekkir fram í høgru síðu við bóltinum, sendir bóltin innfyri til Gunnrið, sum trekkjur forbí ein B36 leikara og smekkar bóltin í netið. 1-0 til okkum og er hettar fyrsta málið hjá Gunnrið í 10 ár. Frøin er stór og Gunnrið ger sín sermerkta fagnaðardans - ikki eitt eyga turt.
38 minuttir farnir, Jenny RP, sum nú er í høgru, trillar 3 B36 leikarar av, og kemur at standa einsamøll við B36 málverjanum, men tíverri skjýtur beint á hana.
39 minuttir farnir, Jenny RP bjóðar enn einaferð 2 B36 leikarum av, fær bóltin við sær í høgru, skjýtur eitt flatt skot innfyri til Kristinu, sum er stødd á 16 metrinum. Kristina ger ikki mætari enn at bomba bóltin fyrstufer í kassan til 2-0, sum eisini gjørdist hálvleikstøðan.
Hálvleikurin verður brúktur til at tosa um hvat vit kunnu gera betur. Somuleiðis tosa um at vit skulu útnytta møguleikarnar betur, fyri at lukka dystin beinanvegin.
Komnar út í seinna hálvleik, seta vit okkum aftur á dystin. Verjan spælir væl bóltin runt har aftur, og Annika á defentsiva miðvøllinum finnur væl holini, so hon sum oftast er púra ódekka og tí ein ógvuliga týdningarmikil spælistatión, tá bólturin skal frameftir.
10 minuttir inn í seinna hálvleik spæla Mary-Ann, Kristina og Glæma reinan tikki takka fótbólt, sum endar við at Glæma kemur at standa væl fyri. Skjýtur bóltin ímóti málinum, men fær tó ikki ordiliga ferð á, og tí eingin trupulleiki hjá B36 málverjanum at taka bóltin. Hesa løtuna svimja vit í málmøguleikum, og skuldu onkrir av hesum givið mál, soleiðis at vit fingu lukka dystin.
62 minuttir farnir, innkast til okkum í høgru, Gunnrið kastar til Jenny RP, sum sleppur meistarliga forbí 2 mótstøðuleikarar, og við sera neyvari, flatari avlevering, sendir bóltin innfyri til Mary-Ann, sum bara skal seta fótin á, 3-0 til okkum.
Tað blívur nú ikki so gott skil í fótbóltsspælinum eina løtu, men vit sita stadivekk á dystinum.
Ímóti dystarenda fær B36 bóltin í málið, men Marta hevur trekt tær so meistarliga offside, so málið verður kolldømt.
89 minuttir farnir, Mary Ann leggur innfyri úr vinstru, Erla fær bóltin, setur 1 av, leggur flatt út til Heidi, sum er komin á vøllin í 66 minutti. Heidi temur bóltin og smekkar hann í málið til endaliga úrsliti 4-0.
Við hesum sigrinum, hava vit vunnið okkum upp á fyrsta plássi við 13 stigum, fyri 6 dystir.
Næsti dystur verður komandi sunnudag við Løkin, ímóti NSÍ, sum anda okkum í nakkan.
Dagsins leikari gjørdist Jenny Reinert Petersen.

Onnur tíðindi