Ítróttarfelag Fuglafjarðar
So steðgaði sigursrøðin hjá kvinnunum
Sunnudagin vóru vit við Løkin og spældu ímóti NSÍ.

Tíverri fyri okkum, endaði dysturin ikki, sum vit høvdu ynskt. Ikki tað, vit svumu í møguleikum, men bólturin vildi ikki inn um málstrikuna. So hendir tað, sum ikki skal henda, NSÍ skorar bæði til 1-0 og 2-0. Hálvleikur og 2-0 til NSÍ. Vit fara inn í hálvleik, og tosa um at vit muga fáa umsett møguleikarnar til mál, og annars bara koyra á víðari, tí spæli koyrir fínt. Aftaná 71 minuttir fáa vit umsett ein møguleika til mál. Vit fáa fríspark í vinstrusíðu, beint aftanfyri miðjuni. Sigrid verður sett at skjóta, lyftir bóltin innum NSÍ verjuna, og sum ein køttur er Jenny RP har og setur í bóltin í neti til 2-1.
Eftir tað hava vit fleiri stórar møguleikar, men inn vil bólturin ikki. Tískil endar dysturin 2-1 til NSÍ, og hevur tað við sær at NSÍ koma eitt stig framum okkum á stigatalvuni. Men møguliga síðsta orð í dystinum ikki er sagt enn.

ÍF liðið: Olga Hansa - Gunnrið, Mirjam, Sigrid, Marta - Mary-Ann, Erla, Annika Ragna, Glæma, Jenny RP - Kristina

Bonkur: Jenny á L, Marna, Heidi

Næsti dystur hjá okkum verður 18/6 í Fløtugerði ímóti FCHoyvík.
Onnur tíðindi