Gott úrslit móti FC Hoyvík
Sunnudagin tóku vit ímóti FC Hoyvík. Veðrið var sera gott og fitt av áskoðarum høvdu leitað sær niðan á Fløtugerð til dagsins dyst.
Vit manglaðu nakrar av okkara leikarum og tí máttu onkrar broytingar gerast í uppstillingini.
Liðið:
Anna Antoniussen - Jónfríð, Annika, Mirjam, Gunnrið - Marna, Glæma, Mary-Ann, Erla, Jenny - Kristina.
Bonurin í dag: Heidi, Birita og Karin.
Vit byrja dystin væl og leggja høgt press frá fyrsta brískl. Tað bragdar eisini í tíðliga í dystinum. Tí longu í 3. min. vinnur Jenny bóltin frá verjuni hjá FC Hoyvík. Jenny spælir inn til Kristinu, sum smekkar bóltin í kassan. 1-0 til okkum.
Í 4. minnutti, hendi tað sum ikki mátti henda. Vit missa bóltin á miðjuni, Glæma vinnur bóltin aftur, men eftir nærdyst og hevnisøku frá báðum pørtum, endar tað við, at Glæma fær reytt kort og vit spæla restina av dystinum 10 móti 11. Fleiri vildu vera við, at tað átti at vera reytt til báðar partar, men tað er farið og dømt er dømt.
Men vit fella ikki í fátt, hóast vit eru ein færri, eru tað vit sum hava yvirvág og skapa fleiri stórar málmøguleikar, men málmaðurin hjá mótstøðuliðinum stendur væl og hevur fleriri góðar bjargingar.
16 min. eru farnir. Marna hevur bóltin á síðuni og brúkar sína ferð og rennur framvið fleiri leikarum. Hon trekkir inn móti 16m og verður feld. Dómarin dømir brotspark. Annika fer fram at skjóta og hon skorar til 2-0 til ÍF.
Tá fyrri hálvleikur er sindur meir enn hálvliðin, vinnur Marna bóltin í vinstru síðu, hon krússar tveir mótstøðuleikarar av og leggur síðan innfyri til Jenny, sum hegnisliga fer framvið einum leikara og smekkar til flatt í vinstru síðu og so er støðan 3-0.
10 minuttir eru eftir av fyrra hálvleiki. Vit hava fríspark í vinstru síðu. Erla leggur inn fyri og við aftaru stong er Jenny aftur klár og setur bóltin í netið til 4-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur. FC Hoyvík hava gjørt onkrar broytingar í hálvleikinum. Tær hava koyrt tveir leikarar í topp og hava tær annars eitt meir offensivt útgangsstøði ímun til fyrrahálvleik. Vit royna at spæla og skapa nakrar góðar málmøguleikar, men fáa ikki spælið at flóta eins væl, sum í fyrra hálvleikið. Men vit standa framvegis væl á vøllinum, og halda mótstøðuliðinum frá okkara málið.
Hóast FC Hoyvík eru meir við í dystinum í seinna hálvleiki og hava okkurt skot móti okkara málið, so eru tað vit sum hava bóltin meir og eru spælstýrandi. 10 minnuttir inn í seinna hálvleik, vinnur Jenny bóltin frá mótstøðuliðnum eftir málspark, hon finnur Kristinu, sum ger ikki mætari enn at smekka til úr 25 metrum og so er 5-0 til okkum. Eitt framúr gott skot.
5 minnuttir seinni er Kristina aftur klár. Vit hava horna í høgru síðu. Mary-Ann leggur bóltin væl inn í feltið og Kristina fær høvdið á og leggur okkum frammum 6-0 og harvið hatrikk til Kristinu.
63 min. eru farnir, Gunnrið hevur bóltin og leggur eina góða stikning til Jenny í høgru síðu, sum hegnisliga setir 2 mótstøðuleikarar av og smekkar bóltin í kassan til 7-0 og harvið eisini hatrikk til Jenny.
Í 65 min minkar FCH um munin til 7-1, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Saman umtikið ein góður og væl spældur dystur, við nógvum góðum uppspølum og kombinatiónum. Um vit hugsa um, at vit spældu stórt sæð allan dystin 10 móti 11, er tað eitt absolutt góðtikið avrik. Vit missa ikki móti, spæla skynsamt, verja væl, flyta okkum væl á vøllinum og standa saman sum eitt lið.
Komandi dystur, sum eisini er seinasti áðrenn summarfrítíðina, er ímóti HB í Fløtugerði, sunnudagin 25. juni.

Onnur tíðindi