Tap í síðsta dysti áðrenn summarferiuna
Sunnudagin var ein spennandi og tættur dystur leiktur í Fløtugerði, ímillum ÍF og HB.
Fyrstu 15 minuttirnar hava vit bóltin meira, hava bæði fríspark í góðari støðu og horna, har vit eisini meta at vit vera snýttar fyri eitt brotsspark. HB kvinnurnar liggja tó allatíðina uppá lúr til at kontra okkum, og er tað eisini nær við at lukkast einar 2 ferðirnar, men verjan lesur støðurnar væl og fær rudda bóltarnar burtur.
í 26 minuttir fær HB ein fríleypara í høgru síðu, men Olga kemur meistarliga út og sparkar bóltin út til innkast, gott málmannspæl.
28 minuttir farnir, Marta leggur ein stikning í vinstu til Mary-Ann, sum kemur til baklinjuna, har hon sendur ein bólt innfyri til Kristinu, sum smekkar til fyrtuferð, men HB málmaðurin bjargar meistarliga skotinum.
Eftir 34 minuttir fær HB mál, eftir fríspark, sum í fyrstusyftu verður skalla burtur, men tær vinna returin og sleppa alt ov lætt til skot. 0-1 til HB
Men vit fella ikki í fátt og koyra á víðari. Í 45 minutti vinnur Annika ein bólt í høgru síðu, kempar seg forbí 3 leikarar og smekkar innfyri, har Mary-Ann kemur spurtandi og plaserar bóltin væl í høgrahjørn til 1-1.
Hálvleikur 1-1.
Vit byrja eisini væl í seinna hálvleiki, spæla fínt runt í verjuni, og upp á miðjuna, men missa tíverri ov ofta bóltarnar í síðsta triðinginum av dystinum.
54 minuttir farnir, HB leggur seg fram um 1-2.
Tað sum eftir er av seinnahálvleiki er sum so tað sum dysturin byrjaði við. Vit hava bóltin meira, royna at spæla runt, og HB lúrur uppá kontra møguleikar.
í 80 minutti skiftir Eyðun Biritu inn í álopi, fyri ein verjuleikara, soleiðis at vit nú spæla 3 í verjuni, men tíverri fyri okkum, fáa vit ikki útjavnandi málið.
Dysturin endar 1-2 til HB.

Onnur tíðindi