Triðja pláss í Baltic Cup
U15 landsliðið hjá gentum hevur seinastu dagarnar veri til Baltic Cup í Litava.
Kaja Poulsdóttir úr ÍF var við á ferðini - Kaja hevur blusu nummar 11 á myndini. Tað eydnaðist Føroyum at vinna ein dyst, spæla ein javnan og tapa tann triðja dystin. Tær endaðu sostatt á einum triðja plássi - bara tvey stig aftanfyri vinnaran. Dystarúrslitini hjá Føroyum vóru hesi:
Føroyar - Litava 3-3
Føroyar - Estland 5-2
Føroyar - Lettland 0-5
Tað næsta á skránni hjá U15 landsliðnum er ein UEFA-menningarkapping í Albania, sum byrjar tann 25. september.
Meira um túrin, og fleiri myndir, kunnu síggjast á heimasíðuni hjá FSF.
Tillukku við góða úrslitinum, Kaja og U15 landsliðið. Drívið á!

Onnur tíðindi