Javnleikur í grannauppgerð
Dystarfrágreiðing: 1. deild kvinnur, Víkingur – ÍF 1-1.
Sunnudagin var ikki bert grannauppgerð í Betri-deildini hjá monnum. Í Sarpugerði var nevniliga eisini ein grannauppgerð hjá 1. deild kvinnum, millum Víking-ÍF – dysturin byrjaði kl. 13.
Dysturin byrjaði javnt, og bæði liðini royndu at seta seg á dystin, men so líðandi fingu vit yvirvág, og fingu trýst Víking, tó uttan at tað bleiv ordiliga vandamikið. Víkingur hevði eisini onkra støðu, men verjan stóð væl, og nýggi málmaðurin, Mary-Ann, stóð sum ein brandur – man skuldi ikki trúð at hon hevði gjørt annað alt sítt lív. Hon stýrdi spælinum væl, við øllum hennara voicemail har afturi frá. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki bragdaði hjá okkum. Mary-Ann setti spælið ígongd, hon sendi ein langan bólt út í høgru, til Jenny R.P, sum ferð aftaná ferð slapp í gjøgnum, hon sendi bóltin innfyri, og fyrst royndi Glæma seg við einum dukkufreti, áðrenn Kristina setti bóltin í netið. Tað sum eftir var av fyrra hálvleiki høvdu vit yvirvág, og skaptu onkrar støður.
Í hálvleikinum avráddu vit at halda fast í spælinum frá fyrra hálvleiki, men Víkingur trýsti okkum nú høgt, og vit funnu ikki loysnirnar. Víkingur setti seg meir á dystin, og hevði onkrar royndir, m.a eitt skot, sum Mary-Ann mátti spenna hvørja spong fyri at bjargað - flottari bjarging er ikki sædd í Sarpugerði í ár. Seint í seinna hálvleiki hava vit eitt innkast frammalaga í okkara høgru, vit missa bóltin, og Víkingur fer í kontra, sum endar við at Mary-Ann hálvbjargar og tær fáa sent returin í málið. 1-1. Vit ætla okkum tó meir, og beint sum spælið verður sett í gongd aftur, sleppur Jenny R.P enn einaferð ígjøgnum í høgru, hon sleppir til baklinjuna og sendir bóltin innfyri til svigerinduna, Kristinu, sum stendur púra leys inni í 5-metrinum, men bólturin fór omanfyri. Vit royna at gera onkrar broytingar, og fáa frískar kreftir inn, men megnaðu ikki at skapa tær heilt stóru støðurnar.
Alt í alt ein javnur dystur, har liðini áttu hvør sín hálvleik.
Hetta er 3. dysturin eftir summarstegðin. Vit settu hol á seinnuhálvu, við einum 3-1 tapi á útivølli ímóti KÍ, síðani vunnu vit á heimavølli 5-0 ímóti B68.

Onnur tíðindi