Stórsigur til ÍF kvinnurnar
Sunnudagin høvdu ÍF kvinnurnar vitjan av AB í Fløtugerði.
Liðið:
Mary-Ann - Mirjam, Sigrid, Marta, Karin – Jenny, Erla, Annika, Glæma, Marna – Kristina.
Bonkur:
Jenny á L, Heidi og Gunnrið.
ÍF kvinnurnar byrja dystin væl og longu tá fýra minuttir eru leiktir, sendir Jenny bóltin innfyri, men málverjin í AB-málinum bjargar. Og bert tveir minuttir eftir roynir Kristina seg við skoti, men bólturin brestur á stongina og út.
Við nógva ÍF trýstinum, høvdu AB kvinnurnar trupult at fóta sær.
8 minuttir leiktir og AB kvinnurnar eru fyri fyrstu ferð inni á ÍF-hálvuni. Ikki meir enn komnar inn á ÍF-hálvuna, missa tær bóltin og ÍF verjan, við Mirjam, Sigrid, Martu og Karini, kunnu byggja eitt nýtt álop upp. Sigrid finnur Erlu á miðjuni, sum vendir sær og spælir bóltin til Jenny, ið er farin tuskandi fram við høgru síðu. Jenny smekkar bóltin innfyri, og í brotsteiginum stendur Kristina ótarnað og kann seta bóltin í netið, 1-0 til ÍF.
Eftir hetta tykist tað, sum ÍF kvinnurnar sita á nærum øllum, tí longu í 15. og 18. minutti eru tær báðar, Jenny og Kristina, aftur upp á spæl. Jenny fær ein rennibólt, fintar eina AB kvinnu av og spælir bóltin innfyri, har Kristina aftur kann seta bóltin í netið, fyrst til 2-0 og síðani til 3-0. Hattrick til Kristinu – til lukku við tí.
20 minuttir eru farnir, og Annika vinnur bóltin á miðjuni, spælir bóltin til systrina, Glæmu, sum síðani spælir bóltin innfyri, og hvør annar enn Kristina stendur inni í AB brotsteiginum, og kann enn einaferð seta bótin í málið til 4-0.
Beint eftir hetta fær Marna, sum spælir á vinstra vongi, ein góðan bólt uttan fyri AB brotsteigin. Hon temur bóltin, skjýtur og bólturin situr í málinum. 5-0 - eitt kanónskot.
Tá 26 minuttir eru leiktir, megna AB kvinnurnar at spæla seg fram á ÍF hálvuna og royna at skjóta móti ÍF-málinum, men Mary-Ann, sum stendur í ÍF-málinum, bjargar hegnisliga við fótinum. Hetta er næsti dystur liðskiparin og veteranurin verjir ÍF-málið, og sigast kann, at hon hevur megnað hetta til UG.
ÍF kvinnurnar spæla væl, hava tol, og tá 38 minuttir eru leiktir, fer Jenny aftur til stroks og skjýtur bóltin innfyri, har Erla er komin fram við, men bólturin hevur rakt eitt AB bein á vegnum, og tískil støkkur bólturin út til Marnu, sum høggur til og bólturin fer syngjandi upp í nettakið, og so er 6-0.
Tað hevur nærum verið einvegis ferðsla móti AB málinum, og er hetta gongdin restina av fyrra hálvleiki.
40 minuttir leiktir, og Sigrid spælir Kristinu, sum vendir sær við bóltinum, hyggur upp og spælir bóltin út til Marnu í vinstru síðu. Marna rennur til baklinjuna við bóltinum og spælir bóltin innfyri. Kristina hevur runnið fram í AB brotsteigin, men rakar ikki bóltin. Tó er Jenny eisini komin fram í AB brotsteigin og smekkar bóltin í málið. 7-0.
42 minuttir, eftir nógv trýst frá ÍF, vinnur Jenny bóltin frá AB verjuni og so er 8-0.
44 minuttir, Annika roynir seg frá 26 metrum og bólturin situr í málinum. 9-0.
Hálvleikur og 9-0 til ÍF.
Í hálvleikinum verða gjørdar nakrar broytingar. Verjuketan, sum hevur verið mannað við fýra leikarum, verður broytt. Heidi kemur inn fyri Karina, og verður hon send í álopið saman við fleirmálskjúttanum Kristinu.
AB kvinnurnar skifta málverjan út.
Dómarin hevur ikki meir enn sett dystin í gongd, so roynir Heidi seg við skoti, sum málverjin í AB málinum bjargar.
ÍF kvinnurnar royna, eins og í fyrra hálvleiki, at trýsta AB, og tá 53 minuttir eru leiktir bragdar aftur. Erla spælir bóltin til Heidi, sum spælir ein rennibólt, ímillum verjuketuna hjá AB, til Kristinu. Kristina skjýtur og so er 10-0.
Eina løtu seinni er tað aftur Kristina, sum fær skotið bóltin í málið til 11-0.
Eftir hetta svimja ÍF kvinnurnar í málmøguleikum, men uttan úrslit.
Tá 78 minuttir eru leiktir, smekkar Jenny bóltin innfyri. AB verjan klárar ikki at rudda bóltin burtur, og við einum dundur skoti upp undir tvørtræið, økir Marna um leiðsluna til 12-0.
Jenny á Lakjuni, sum er komin inn fyri Kristinu, ger um seg beinanvegin og fær lagt bóltin í málið, men tíverri hevur linjuverjin veittrað fyri vrangstøðu.
Liðugt og ÍF kvinnurnar vinna 12-0.
Málskorarar: Kristina 6 mál, Marna 3, Jenny 2 mál og Annika 1 mál.

Onnur tíðindi