So fór kappingin í gongd!
Endiliga fór landskappingin í gongd aftur. Fyrsti dystur varð spældur í Klaksvík seinasta vikuskifti, og tá fór KÍ avstað við øllum stigunum við einum tryggum 6-0 sigri. Hesin dysturin skal tó ikki taka móti frá okkum, tí helst er tað truplasti dysturin á árinum, sum longu er farin framvið. Vit hyggja frameftir, og í morgin er næsti dysturin á skránni, tá 07 Vestur kemur á vitjan í Fløtugerði.
Broytingar eru á hvørjum ári, og tað er einki undantak hesaferð. So seint sum í vikuni gjørdist tað greitt at Jhon Mena kemur aftur, og afturkomnir til felagið eru eisini Bogi R. Petersen og Uros Stojanov. Tveir danir eru komnir til felagið – annar er høgi miðverjin, Peter Ullum, sum byrjaði móti KÍ seinast, og hin er kviki álopsleikarin, Kasper Sommerstedt, sum kom inn einaferð í seinna hálvleiki. Seinasti nýggi leikarin er gøtumaðurin Tonni Thomsen, sum seinasta dyst spældi sum vinstri vongverji, hóast hann vanliga verður sæddur sum miðvallari (ella haráleið). Úr hópinum eru farnir Jan Ellingsgaard, Tóri Traðará, Aron Kensson, Gonzalo Zarate og so eru tað tvíburðarnir, Elias og Hans Jákup Lervig, sum sigast vera hálvavegna við í ár. Teir eru báðir farnir at sigla, men sum skilst vera teir tøkir, tá teir eru heima.
Tað ræður altíð um at flyta seg rætta vegin, og tí má málsetningurin í ár verða at yvirliva í deildini við fleiri stigum enn í fjør. Í fjør megnaðu vit at fáa 20 stig, og var tað tvey stig meir enn AB, sum endaði næstaftast, og flutti niður. Í morgin er longu møguleiki fyri fyrstu stigunum, og vónandi møta nógvir spentir ÍF fjepparir upp, tá dysturin móti 07 Vestur fer í gongd kl. 15.00.
Koyr á ÍF!

Onnur tíðindi