Grannauppgerð á skránni
So er deiliga erkafíggindauppgerðin á skránni!
Víkingar koma inn um eiðið sunnudagin, og tá verður tørvur á øllum kreftum - ikki minst frá okkum av "bakkanum". Vit hava enn fyrsta stigið til góðar, men áðrenn vit vita av, fer glið at koma á. Eitt sum er vist, er at allir leikarar og venjarar gera sítt allarbesta - HVØNN DAG - fyri at umboða okkum á besta hátt. Hetta má ikki undirmetast, og tí er umráðandi at vit øll standa saman um liðið, og eru stuðlandi, heldur enn nakað annað.
Víkingur hevur lagt væl frá landi og hevur fult stigatal eftir trý umfør. Mett verður at liðið er so væl fyri, at teir eru millum favorittarnar til gullkrónurnar í ár.
ÍF liðið hevur verið merkt av manglandi leikarum. Seinast manglaðu Uros, Ruben, Tóri og Jhon, og Hans Jákup og Elias hava heldur ikki verið at sæð á vøllinum enn í ár. Helst vera onkrir av hesum við til dystin sunnudagin.
Jóhan Hendrik Ellefsen verður dómari til dystin.
Vit síggjast á bakkanum - og koyr á ÍF!

Onnur tíðindi