Áku farin!
Kemparin møtti sínum yvirmanni og tapti dystin. Rógvarin hevur lagt árarnar inn eftir harðan andróður seinasta teinin. Í manna eygum alt ov ungur og alt ov tíðliga. – Tó, Harrans vegir eru ikki okkara vegir!
Vit hava kenst frá smádreingjaárunum, men tað var ikki minst í ungdóminum og manndóminum, at vinskapurin mentist rættiliga. Fyrst og fremst tí og sum samverkamenn í ÍF í 1970’unum og 1980’unum. Eitt vinarlag sum hevur hildið øll árini, hóast vit fluttu úr Fuglafirði fyri 33 árum síðani.
Nøkur menniskju, sum koma á tína leið, hevur tú lættari at vera góður við. Tey hava okkurt, sum ikki altíð er so lætt at greina, men sum ger teg tryggan. Tú kennir, at tey eru at líta á. Tey eru erlig. Sum oftast mild og vinarlig. Aðrar tíðir kanska meira bersøgin. Men altíð rættvís, trúføst og hjálpsom.
Soleiðis kendi eg Áku og soleiðis vóru viðurskiftini okkara millum!
Sum hjá dreingjum flest í Fuglafirði, so spældi Áku fótbólt og hondbólt øll barnaárini.
Ongin skipað venjing ella kapping var tá. Vøllurin var økið innanfyri kaiina, sum varð tikin í brúk í 1949.
Á kaiini og økinum rundanum var so mangt annað, sum eggjaði bragdarhugin og forvitnið hjá einum lívligum smádreingi. Skipini – føroysk og útlendsk. Saltfiskur og fiskakjallari. Sildatunnur og skúrar. Gørn og trossar. Glúpur og tráða. Fjøra og flakar. Alt bert nakrar metrar frá barnaheiminum.
Vøllurin á Trøðni, ella Plenan, sum vit plagdu at kalla hann, varð tikin í brúk á heysti í 1956. Tá flutti spæliplássið partvíst av kaiini og niðan í Fløtugerði. Har var Skarðsá og svimjihylurin eisini. Og Áku smæddist ikki burtur – hvørki á vøllinum ella í hylinum. Fimur, djarvur og ágrýtin sum fáur.
Áku man, sum so nógv onnur børn tá, ikki minst dreingirnir, hava glett seg til, at “skúlin er liðugur”. Og tað bleiv hann fyri Áku, tá hann var 14 ár.
Sum hjá so mongum unglinga tá í tíðini, so var tað sjógvurin sum dróg. Tað mundi heldur ikki ganga drúgv tíð, eftir at skúlin var lagdur aftur um bak og hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, at Áku stóð á skipsdekki.
Men Áku varð ikki “sjómaður fyri lívið”. Hann fór, eins og beiggin, Hjørleif, í læru hjá Jákup Paula Joensen, málarameistara.
Hetta er “gitarí”, men ivaleyst hevur hugurin eftir at sleppa at spæla bólt talt eitt sindur við í avgerðini hjá Áku um at fara av skipsdekki og gerast málari.
Í hvussu er og ikki, so var tað ein fongur fyri ÍF, at Áku gjørdist landkrabbi.
Frá mitt í 60-unum mentist ÍF sum fótbóltsfelag. Hondbólturin dragnaði og fótbólturin tók meir og meir yvir. Í 1971 spælir ÍF á fyrsta sinni í bestu deildini, og í 1979 gerst felagið føroyameistari.
Felagsnevnarin í 1966, 1971 og 1979, og eisini flestu árini harímillum, var Áku saman við Sam Jacobsen. Og nú eru teir báðir farnir.
Teir vóru mentanarberarar og undangongumenn í menningini, sum hendi frá 1966 til 1979. Teir vóru við í tí tíðini, tá fótbólturin í bygdini – venjing og kapping – var meira tilvildarligur og óskipaður. Teir vóru í bestu árum og berandi leikarar, tá felagið í 1971 tók djarva stigið, at meldað til í 1. deild og bjóða teimum “stóru” av. Og teir vóru eisini sera týðandi leikarar, tá ÍF gjørdist føroyameistari í 1979.
Men Áku misti seg ongantíð burtur í hesum. Altíð heilhjartaður og nærlagdur á vøllinum og ein hollur stuðul í felagnum annars. Ein undangongumaður og fyrimynd fyri okkum onnur. Ein ítróttarmaður í orðsins sanna týdningi. Eitt navn, sum gav afturljóð í føroyska fótbóltsheiminum.
Í juni 1973 vóru boð eftir Áku til fótbóltslandsliðið. Fyrri dysturin var móti Hetlandi. Seinni dysturin, sum var móti Orknoyggjum, gjørdi Áku einsamalla málið hjá Føroyum í 2-1 tapinum. Áku gjørdist tí næsti fuglfirðingur á fótbóltslandsliðinum. Sam, sum leikti ein dyst í 1972 móti Íslandi, var tann fyrsti.
Okkurt árið róði Áku kapp við 10-mannafarinum Fuglfirðingi, og gjørdist eisini føroyameistari í kappróðri.
Hóast tað segðist – enntá við blómuhandan á vøllinum og lýst í miðlunum – at Áku gavst við fótbóltinum, nú hann gjørdist føroyameistari við ÍF í 1979, so helt hann ikki orð. Tí í 1981 var hann aftur millum teir, sum spældu sunnudagsfótbólt. Men tá vóru meira enn 20 ár farin aftur um bak í tænastuni fyri barndómsfelagið ÍF, og tíðin var nú komin at siga takk fyri seg sum fótbóltsleikari í fremstu røð!
Seinni gjørdist Áku venjari hjá ungligum og øðrum ungdómsliðum í felagnum, og var annars felagnum ein dyggur stuðul, so leingi orkan var til tað.
Ein líti søga frá skúlatíðini soleiðis, sum eg minnist hana.
Onkur aftast í flokkinum hevði helst verið eitt sindur ólátaður, og Herluf gjørdi seg til at fara oman at geva hesum nøkur álvarsorð. Komin hálva leið rópar Áku: “Herluf! Spæl ein góðan!” Herluf steðgar á, fer framaftur til klaverið at spæla “Hann rann sær kátur ...”
Áku, ólátaði drongurin og øll hini í flokkinum høvdu eina frálíka løtu við nógvum sangi úr Føroya Fólks.
Soleiðis var Áku – ein “friðarmaður”!
Dysturin er av og báturin er drigin upp. Tað verða ikki fleiri túrar við bustimaskinuni eftir vøllinum. Og tað verður ein færri á vegnum við greiðum meiningum um hvussu fótbóltur skal spælast. ÍF hevur mist ein undangongumann, ein trúfastan stuðul og eina stóra fyrimynd.
Og eina røddin i Thabor-kórinum er tagnað. Hon er nú hon í tí stóra kórinum – tí himmalska!
Góða Pállfríða! Missurin er tó størstur hjá tær og tykkara kæru børnum og barnabørnum.
Vil heilsa tær við troystarríku orðunum úr Esaias 40: 29-31: “Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki. Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta. Men tey, sum bíða eftir Harranum, fáa nýggja kraft ...”
Friður veri við minninum um Áku Petersen!

Onnur tíðindi