Gongur væl hjá 2. deild
Leygardagin, 27. apríl, spældu okkara næstbestu dyst móti næstbesta liðnum hjá FC Suðuroy. Talan var um dyst í 2. deild, og úrslitið gjørdist 5-1 til ÍF.
Tað var FC Suðuroy sum skjeyt tað fyrsta málið, og var tað tá urið vísti 9 minuttir. Hendan støðan helt sær ikki leingi, tí longu eftir 17 minuttir fekk Hans Jákup Lervig javnað. Hans Jákup er júst komin á land, og verður helst aftur at síggja í ÍF búnanum nakrar ferðir aftrat tær næstu vikurnar, áðrenn hann aftur skal til skips. Bygdasligt, og eitt sindur sum í gomlum døgum. Hálvleiksstøðan var altso 1-1.
Í seinna hálvleiki settu okkara seg veruliga á dystin, og tað var ikki minst at takka okkara unga Jógvan á Lakjuni, sum kom inn eftir góðar 60 minuttir, og spældi avbera væl á miðvøllinum. Rúnar Johnsson, sum er toppskjútti í deildini við 10 málum higartil í ár, skoraði tey bæði næstu málini til 2-1 og 3-1, og síðani vóru tað Elias Lervig og Jógvan á Lakjuni, sum settu punktum, so endaliga støðan gjørdist 5-1.
Hetta var fimti og seinasti dysturin hjá venjaranum, Ólavi Larsen, nú hann tók av nýggjari avbjóðing í felagnum, sum hjálparvenjari hjá Betri liðnum. Formkurvin hjá 2. deildarliði okkara er sera góð, við trimum sigrum á rað, og við eini málúrtøku á 21-2.
Komandi dystur hjá 2. deild er fríggjadagin á útivølli móti B68.

Onnur tíðindi