Gott stig í Gundadali!
Sommerstedt, Sommerstedt, Mena! Vit fáa trý mál, fyrsta stigið og eitt gott avrik heim við okkum úr Gundadali frá dystinum móti B36 í gjárkvøldið.
Undan dystinum í gjár varð annars ikki lagt upp til nakra spennandi uppgerð. B36 hevur í ár meldað út, at teir ætla sær at stríðast við um gullið, og við gongdini hjá okkum í mentu, var talan um sera greiðan favorittleiklut til heimaliðið. Í útvarpinum, um døgurðaleitið, snakkaðu serfrøðingar um stórsigur, meðan atkvøðurnar í Sona-appini vístu 97% í favør til heimaliðið. Gitingar, metingar og heit luft. Tíbetur!
Talan var annars um fyrsta landskappingardyst við nýggja venjaratoyminum, Jákup Martini og Ólavi, og ásannast má, at leikætlanin eydnaðist avbera væl hendan dagin. Leikararnir vísti seg eisini frá síni bestu síðu, og tað skuldi vísa seg at geva úrslit.
Í fyrra hálvleiki vóru vit sera ágangandi í pressspælinum, og tað kastaði fleiri málmøguleikar av sær. Vit skoraðu trý mál, meðan B36 fekk tvey, og harvið hálvleiksstøðan 2-3. Tað vóru nøkur góð mál frá Kasper (x2) og Jhon, og serliga hugaligt var at síggja, at vit tordu at leggja trýst høgt uppi á vøllinum, sum skapti stóra órógv í B36-verjuni.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn bríkslaður í gongd, so hevði B36 javnað til 3-3. Restina av dystinum hevði B36 nakrar góðar royndir, men okkara arbeiddu hart, og vóru hvørja ferð raskir at verja fyri, tá tørvur var á tí.
Vit fegnast um fyrsta stigið í ár, og hyggja nú frameftir. Sunnudagin verður spennandi dystur í Fløtugerði, tá Skála kemur á vitjan. Tá síggjast vit á bakkanum.
Koyr á ÍF!

Onnur tíðindi