Gullkorn frá 2001
Teksturin er tikin úr leikskrá frá 2001:
Leiktu steypafinaluna á Tórsvølli mikudagin.
Unglingaliðið hjá okkum tryggjaði sær óvæntað pláss í steypafinaluni, sum varð leikt mikudagin ímóti KÍ.
Sjálvt um vit taptu dystin á Tórsvølli mikudagin ímóti KÍ, so var innsatsurin ógvuliga góður. Úrslitið gjørdist sum kunnugt 7-2, men tað sigur slettis ikki alt. Vit áttu allan 1. hálvleik sum hann var, men høvdu ikki neyðuga hepni við okkum. KÍ kom framum tíðliga í dystinum, og økti lítla løtu seinni til 2-0. Hetta var ógvuliga órættvíst, tí okkara ungu leikarar trýstu størsta partin, meðan KÍ sektaði við skjótum mótálopum. Áðrenn dómarin bríkslaði til hálvleik hevði Høgni Zachariassen javnað við tveimum brotsspørkum. Afturat hesum báðum málunum høvdu vit 4-5 100% málmøguleikar, men misnýttu.
Í seinna hálavleiki var KÍ-liðið hamskift, meðan okkara men vóru ógvuliga troyttir eftir góða innsatsin í 1. hálvleiki. KÍarnir skutu 5 mál í seinna hálvleiki, og stóri leikarin hjá teimum var Hjalgrím Eltør, sum skeyt 5 av málunum.
ÍFarnir taptu dystin, men teir kunnu verða nøgdir við innsatsin.
Vit ynskja unglingunum við Áku á odda hjartaliga tillukku við frálíka avrikinum, og góða eydnu í landskappingini.
Myndatekstur: “Man vinnur ikki silvur, man tapir gull”. Eitt sindur vónsviknir, men tó við silvurkrónum um hálsin. Tillukku tit kortini, og drívið á!!

Onnur tíðindi