Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Nýggj og spennandi tíð í ÍF
Góðu limir, fjepparar og stuðlar!

Mánakvøldið 2. september var eykaaðalfundur í stásiliga ítróttarhúsi okkara í Fløtugerði. Á skránni var val av starvsnevnd. Fundurin hepnaðist væl, og fýra nýggir nevndarlimir vórðu valdir. Tá nevndin hevði skipað seg, gjørdist eisini greitt, at felagið framyvir fekk nýggjan formann.

Vit vilja nýta høvið at takka fráfarandi nevndarlimum okkara, sum hesi seinastu árini hava tikið stór tøk fyri felagið. Ein hjartans tøkk til Hjalta Lundsbjerg, Høgna á Lakjuni, Martu Sólheim Thomsen og Lindu Joensen. Ein serlig tøkk skal eisini berast nú fyrrverandi formanni felagsins, Georges Rouah, sum hesi seinastu árini hevur verið grundarsteinurin undir felagsarbeiðinum í ÍF.

Nýggja nevndin hevur nú sitið í nakrar vikur, og innan alt ov leingi verður kunnað um nýggjar málsetningar.

Starvsnevndin er soleiðis skipað:
• Formaður: Njal Reinert-Petersen
• Næstformaður: Fritleif í Lambanum
• Kassameistari: Atli Petersen
• Skrivari: Irdi Toftegaard
• Nevndarlimur: Georges Rouah
• Tiltakslimir: Fríði Reinert-Petersen og Rói Dalsá Olsen

Við ítróttarkvøðu,
Stavsnevndin hjá ÍF
Onnur tíðindi