Gullið heim til kvinnurnar
Hóast tað eru 2 umfør eftir í 1. deild hjá kvinnum, tryggjaðu kvinnurnar sær í gjár 1. plássið og harvið gullmedaljuna.
Árið hjá besta kvinnuliðinum hjá ÍF hevur hilnast væl uppá allar mátar. Úrslitini tala fyri seg, og við einans 7 málum ímóti, kann ein staðfesta, at liðið hevur staðið seg væl á vøllinum.
Tá hugt verður eftir leikara tilgongdini, kann man eisini bert gleðast um støðuna. Ungir ÍF leikarar eru settir til og hava sanniliga prógvað sítt virði. Samstundis eru leikarar, sum hava havt pausu í nøkur ár, byrjaðir at spæla aftur, og hevur liðið eisini fingið tilgongd aðrastaðni frá. Hópurin er soleiðis ein góð blanding av eldri leikarum við nógvum royndum og ungum evnaríkum leikarum, ið vónandi skulu bera liðið víðari í komandi árum.
Besta kvinnuliðið hjá ÍF tók virksemið uppaftur í 2021, eftir at ÍF onki kvinnulið hevði havt einsamalt síðani 2013. Síðani hava kvinnurnar megnað at kappast í toppinum í 1. deild; fyrst við Alexandre Silva sum venjara, og seinastu árini hevur tað verið við Eyðuni Ryggshamar á odda.
Framtíðin hjá besta kvinnuliðinum hjá ÍF sær soleiðis út til at vera bjørt.
Til stuttleika kann nevnast, at kvinnuligu leikararnir hjá okkum eiga nokk av børnum til at manna 2 lið á heilum vølli, umframt eyka leikarar. Eisini kann nevnast, at Jenny á Lakjuni í ár hevur leikt dyst saman við báðum døtrunum, Heidi og Nitu á Lakjuni.
Seinasti dysturin í kappingini, verður ímóti Víkingi. Dysturin verður leiktur í Fløtugerði 12. ella 13. oktober. Tá verður gullið handað.

Onnur tíðindi