U21 í steypafinaluni!!
Okkara óføru U21 menn hava leikt seg í steypafinaluna!
Tað gjørdu teir, tá teir í kvøld vunnu 2-1 móti B36. Hálvfinalan varð leikt í Fuglafirði.
ÍF liðið manglaði annars tveir av stuðulsleikarunum í Aron og Jóhann, sum í gjár báðir spældu dyst frá byrjan á Betriliðnum. Breiddin í U21 hópinum tykist tó góð, og skuldi hesin missurin tí ikki vísa seg at bila.
Fyrri hálvleikur var javnur, men tað var allíkavæl bara ÍF sum megnaði at fáa bóltin í meskarnar. Tað hendi okkurt sum miðskeiðis í hálvleikinum, tá Rúnar fær bóltin eitt sindur uttanfyri brotsteigin. Hann ger ikki mætari enn at smekka til, og so var mál.
Í seinna hálvleiki legði B36 segði eitt sindur meira á dystin, og tað eydnaðist teimum eisini at javna. Tað var okkurt sum tá klokkan vísti 75 minuttir. Tað eydnaðist okkum tó at svara aftur, og tá okkurt sum fimm minuttir vóru eftir at leika var tað Bergur sum fór til stroks úti í vinstru síðu. Við nøkrum góðum driblingum fekk hann lagt eitt innlegg á pannina hjá Rúnari, sum bara blívur við at bomba mál! Hetta gjørdist eisini endaliga støðan til stóra frøi hjá leikarum, venjarum og fjepparum!
Tað var stuttligt at síggja, at stuðulin uttanfyri vøllin var so góður. Trummirnar vóru frammi, og heilt nógv fólk vóru møtt. Sum dysturin leið, gjørdist fjepparaskarin eisini meir og meir heitur, hóast kuldin var bítandi.
Nú gongur leiðin hjá hesum ungu monnum til Havnar at spæla steypafinalu! Steypafinalan verður á Tórsvølli tann 4. oktober, og mótstøðuliðið verður antin B71 ella 07 Vestur. Tá fara vit mannsterk suður í høvuðsstaðin at stuðla!
Hjartaliga tillukku ungu menn!!

Onnur tíðindi