Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Takk fyri góða listauppboðssølu!
Starvsnevndin vil við hesum takka tykkum øllum, sum møttu til listauppboðssøluna. Takk fyri, at tit bjóðaðu uppá listina og fyri stuðul í kaffisøluni.

Hjartans tøkk skal ljóða til listafólkini, sum hava latið okkum list.

Og ein serlig tøkk til okkara fólk í stuðulsbólkinum, sum fyrireikaðu tiltakið - og ikki at gloyma uppboðshaldaran, Samson í Lambanum.

Inn komu kr. 84.000,- í uppboðssøluni.

Takk, øll somul. Uttan sjálvbodna hjálp, var einki felag.
Onnur tíðindi