B71 vann eftir straffikapping
Tað hevur verið sera stórur spenningur áðrenn U21 steypafinaluna í kvøld, men tað skuldi tíverri ikki eydnast okkum at fáa steypið til Fuglafjarðar. Í einum óalmindeliga spennandi dysti, sum átti heilt til straffikapping, gjørdust vit akkurát ov stuttir.
Tað komu tvey mál í vanligu leiktíðini. Aron Kensson legði okkum á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við eini perlu av einum máli, men tað eydnaðist B71 at javna beint áðrenn Leivur Zachariassen bríkslaði til hálvleik.
Í longdu leiktíðini vístu okkara góða orku, og kundu, um hepnir, havt avgjørt dystin.
Straffikappingin fall til fyrimuns til sandoyingar, og vit ynskja tí B71 hjartaliga tillukku við steypinum, og takk fyri dystin.
Eftir dystin var eisini greitt, at Bjarti Højbro varð valdur til besta leikaran í dystinum.
Stuttligt var annars at síggja góða stuðulin frá fjepparunum, sum til dystin kláraðu at fylla tveir bussar.
Vit hava nógv gott í væntu frá hesum monnum, so tað er ikki at fella í fátt. Spennandi verður at fylgja leikarunum í framtíðini.
Takk fyri hesa stuttligu og góðu upplivingina!

Onnur tíðindi