Ungdómsdeildin hevði eina góða endaveitslu
Takk fyri eina fantastiska endaveitslu! 🎉
Vit høvdu eina sera hugnaliga endaveitslu hjá ungdómsdeildini hjá ÍF tann 2. oktober í Mentanarhúsinum. Tilsamans vóru áleið 150 børn og venjarar til staðar, og tað var ein heilt serstøk løta!
Vit í Ungdómsnevndini hjá ÍF vilja hjartaliga takka øllum foreldrunum, sum hjálptu til at gera dagin so hugnaligan. Uttan tykkara hjálp við at dekka borð, rudda av, gera mat, koma við salat og øðrum góðum, hevði hetta ikki verið gjørligt. 🙏 Eisini vilja vit takka brandmonnunum fyri skúmbaðið, Betrimonnum og 1. deild kvinnum fyri at tey komu at servera fyri børnunum og starvsfólkunum í Mentanarhúsinum fyri teirra góðu tænastu.
Ein serlig tøkk vilja vit senda til Sigrid Petersen, sum tók sær av at samskipa endaveitsluna við so stórum áræði og yvirliti. Túsund takk fyri títt fantastiska arbeiði, Sigrid! 🌟
Vit gleða okkum longu til næstu ferð! ⚽️🎉

Onnur tíðindi