Besta kvinnulið okkara gull!
Undan dystinum í dag, vóru gullkrúnurnar longu komnar í hús. Víkingur vitjaði og úrtslitið bleiv 3-1 til ÍF. Veðrið var illsligt, vátakavi og vindur, men tað helt ikki kvinnunum frá, at leggja nógv fyri.
Serliga tað eina málið kann gerast søguligt. Jenny á Lakjuni leggur flott upp til dóttrina Nitu, sum smekkar bóltin í kassan.
Aftaná dystin og heiðursmerkjahandanina, var samankoma í felagshúsinum. Nógv fólk nýttu høvið til at heilsa uppá kvinnurnar og eisini segði formaðurin nøkur orð, eins og varaborgarstjórin, Eyðun á Lakjuni segði nøkur orð vegna Fuglafjarðar kommunu.
Alt í alt ein góður dagur.
Hjartaliga til lukku við gullinum.
Oddur á Lakjuni tók nakrar myndir av degnum. Tær eru at finna her:
Myndaskjátta: Kvinnurnar fáa gullið

Onnur tíðindi