Gullvenjarin hevur eisini játtað seg til 2025
Líka síðan samstarvið við Víking og B68 á kvinnusíðuni endaði fyri nøkrum árum síðan, hava vit arbeitt miðvíst við at fingið upparbeitt okkum eitt leikaratilfeingið á kvinnusíðuni. Hesin parturin av felagsarbeiðnum hevur verið uppraðfestur, og hava vit sæð úrslit í mun til øking av gentum og kvinnum, sum spæla fótbólt.
Vit hava síðan 2021 havt egið kvinnulið, og síðan 2022 hevur Eyðun Ryggshamar staðið við høvuðsárbyrgdini av liðnum. Vit hava spælt við í toppinum í næstfremstu deildini hjá kvinnum hesi árini, og í ár megnaðu okkara kvinnur at koma heim við gullkrúnunum. Tað er tí við stórari gleði, at vit kunnu almannakunngera, at Eyðun Ryggshamar hevur skrivað undir sáttmála, ið inniber, at hann á fjórða ári skal venja okkara kvinnulið.

Onnur tíðindi