Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Nummar 10 heldur fram
Hóast tað tíverri endaði við niðurflyting úr Betri deildini, so er arbeiðið við at fáa eitt hóp samansettan, sum kann spæla okkum upp aftur í bestu deildini, byrjað.

Tann fyrsti leikarin í ár, sum hevur játtað seg til komandi ár, er danski miðvallarin við 10 talinum á rygginum. Ruben Møller Nielsen, sum kom til Føroyar og ÍF undan kappingarárinum 2023 kemur niður við okkum í 1. deild, har hann sostatt fer undir sítt triðja ár í Fløtugerði. Vit fegnast um at hava hart arbeiðandi danan millum okkum komandi ár, og gleða okkum at síggja hann aftur á vøllinum í 2025.
Onnur tíðindi