Formansrøðan á ársveitsluni
Góðu ÍF’arar - venjarar, hjálparfólk, fjepparar, leikarar og ikki minst stuðlar.
Fyrst av øllum vil eg siga, at eg eri ómetaliga glaður fyri at standa her í kvøld - og ikki minst glaður fyri, at vit eru so mong.
Ein hoyrir javnan, at ein tímir ikki í ÍF-veitslu, tá úrslitini hjá besta liðnum ikki eru eftir vild. Til hetta kann eg siga, at tað er misskilt. Hetta er árliga felagsveitslan hjá frítíðarfelagsskapinum og sjálvbodna felagsskapinum ÍF. Felagið, sum vit øll eiga saman. Tað er í kvøld, at vit heiðra felagsskapin, og sjálvsagt eisini góðu úrslitini, sum til dømis gullheiðursmerkini hjá kvinnunum og silvurið hjá dr. U21 í steypakappingini.
Tað er eisini í kvøld, at ein stórur partur av teimum sjálvbodnu í felagnum eru saman í veitslulagi. Somuleiðis er hetta høvið hjá ÍF stuðlum, fjepparum og øllum øðrum rundanum at seta punktum fyri árið. 2024 er farið og kemur ongantíð aftur. Nú stendur kappingarárið 2025 fyri durum, og tað er har vit í nevndum og bólkum fara at leggja alla okkara orku. So takk enn einaferð, at tit eru møtt so fjølment.
Fyri 10 árum síðani stóð eg eisini her. Tá høvdu bylgjurnar ikki lagt seg heilt eftir 2 ár við góðum úrslitum. Fótbóltsfepurin var hægri, enn hann hevði verið í góð 30 ár. Kravið var, at vit skuldu satsa. Tíðin var komin til aftur at vinna FM. Øll tosaðu um hetta vælsignaða FM, og lítil og eingin áhugi var í barna- og ungdómsfótbóltinum.
Besta mansliðið tá fór við øllum. Øllum pengunum og allari arbeiðsorkuni, og kortini var hetta alt ov lítið. Tó var veitslan góð fyri 10 árum síðani, og minnist meg rætt, høvdu vit eini 12-13 undirskrivaðar sáttmálar við okkum í veitsluna. Omaná tað heila høvdu vit í loyndum, Ólavur Larsen og eg, skrivað undir við gulleggið hjá B36, Adeshina Lawal, og restina av tí søguni kenna tit øll. Síðani tá hevur vegurin verið knortlutur.
Vit noyðast nú at gera tingini á ein øðrvísi hátt. Rista posan av nýggjum og raðfesta annarleiðis, meðan vit øll, sum varða av felagnum, fara í eina djúpa sjálvrannsakan. Og tað hava vit verið - og eru vit enn.
Sjálvandi skulu vit í komandi tíðum hava eitt flaggskip. Sjálvandi skal flaggskipið hjá okkum hava bestu korini, ið vit kunna bjóða. Og sjálvandi spæla vit fyri úrslitinum, men beinleiðis keyp av meir ella minni einum heilum fótbóltsliði, kemur ikki fyri aftur, meðan eg standi við róðrið. Aldrin.
Vit noyðast sum felag at gerast langtíðarhaldbart. Vit mugu gera langtíðarætlanir og vit mugu seta øll segl inn uppá at fáa sum mest burturúr egnum tilfari. Menna okkara egnu og gevast við at hjúkla um allar aðrar leikarar. Vit eru klár til bestaliðsfótbólt aftur, tá stamman er okkara, tá minst 8 av 11 eru okkara egnu - og møguliga er ikki so langt á mál. Fyri kortum sóu vit U21 finaluna á Tórsvølli, ið bleiv leikt við dreingjum og monnum, sum eru uppvaksnir í felagnum. Hetta ber boð um, at vit hava tilfar.
Tilfarið skal pussast av, snøggast og gerast klárt til fótbólt á hægsta støði. Tað tekur tíð, men eg vil verða garantur fyri, at komandi árini satsa vit uppá okkara ungu, og eg tori at lova her í kvøld, at tað nú bert er upp til okkara ungu, um teir taka av og vísa vilja, tí kósin er sett hesum viðvíkjandi - og tað er við fullum stuðli til okkara ungu komandi árini.
Harvið er ikki sagt, at vit ikki skulu kunna manna lið. Sjálvandi skulu vit hava ein hóp, sum telur tað, sum ein hópur skal telja, men tað kemur ikki at kosta pening, ið vit ikki eiga.
Vit skulu eiga pening á bók, og gevast at brúka pengar, sum vit ikki eiga. Tí uttan fíggjarligt skil og haldføri, so er ómøguligt at seta langtíðarmál og at droyma stórar dreymar.
Pengafótbóltur í Føroyum er komin fyri at verða. Eg havi góðtikið tað, men tað merkir ikki, at eg stuðli tí. Eg eri heldur ikki bláoygdur, so eg veit, at um man vil náa tindar, so kostar hetta, men hvussu nógv má satsið kosta?
ÍF hevur við jøvnum millumbilum roynt at keypt seg til úrslit. Halda vit, at hetta hevur eydnast væl? Í kvøld eru vit í veitslulag, men vit slikka eisini sárini aftaná eitt misseydna kappingarár, sæð við bestaliðs-brillum.
Besta kvinnuliðið:
Tó hava vit kortini fingið rákan av gulli innum hurðina í ár. Okkara besta kvinnulið vann sær gull í 1.deild, og við Eyðuni Ryggshamar á odda, hava tær bara tapt ein dyst í ár, minnist meg rætt. Haldi vit skulu geva teimum eitt klapp.
At kvinnufótbólturin aftur hevur fingið fastatøkur í felagnum er einki minni enn fantastiskt. Felagsskapurin er blivin meira heilur, og eg tori at siga, uttan at rodna, at tey tøk, sum kvinnurnar í dag taka í felagnum, eru ikki smá tøk, tvørturímóti. Takk skulu tit hava fyri tað.
Besta mansliðið:
Hvussu verður so næsta ár, spyrja nógv. Hvør verður venjari, hvørjir spælarar koma og hvat eru ambitiónirnar.
Sum eg segði í áðni, so skal posin ristast av nýggjum. Tann, sum verður settur sum venjari komandi árini, skal arbeiða fyri okkum, og ikki vit fyri hann. Tann, sum verður settur, kemur at arbeiða við einum høvuðsmálsetningi, sum er at menna okkara ungu leikarar. Hann skal, eins og vit øll onnur, hava tol og síggja týdningin av leikaramenning og at menna egið tilfar.
Bulurin verður U21-liðið hjá okkum við eldri kreftum. Hvørjar tær kreftirnar eru, er enn ikki avgjørt, men eg fari við hesum at siga við okkara eldru leikarar: “Felagið tørvar tykkum, og okkara ungu leikarar hava brúk fyri tykkum og eg vóni at síggja tykkum í reyðum komandi árini”. Tá tað so er sagt, so skal eingin velja ÍF fyri mína skyld, men fyri felagið, felagsskapin og framtíðina.
Til tykkum ungu. Alt er nú upp til tykkum. Tit, sum vísa stríðsviljan, hava okkara fulla stuðul, og vit ynskja tykkum. Tó eru tað tit, sum skulu gera arbeiðið. Tað eru tit, sum skula vísa, at tit eru okkara framtíð.
Til okkara fíggjarligu stuðlar, bæði privatu og vinnuligu:
Uttan tykkum, var og er einki ÍF. Tykkara fíggjarliga íkast til felagið kunnu vit ikki vera fyriuttan, og eru vit tykkum eviga takksom fyri tað, sum tit lata. Takk, takk og aftur takk!
Tað kostar at reka eitt ítróttarfelag sum ÍF. Tað kostar í pengum og í tíð. Og tá tíð er pengar, so er ikki altíð, at hesi tingini ganga hond í hond. Í ÍF eru í dag eini 80-90 sjálvbodnar sálir. Hesar gera eitt megnar arbeiði, og brúka at kalla næstan alla sína frítíð uppá hetta púra ókeypis.
Viðmerkjast kann, at felagið hevur eisini eini 8-10 lønt fólk, umframt leikarar. Sum tað er í dag, eru tað nógvir postar í felagnum, sum eru sera krevjandi, og sum ikki ein og hvør kann røkja í síni frítíð.
Tíð er nakað, sum øll mangla í dag. ÍF er ein stórur felagsskapur, og ÍF er krevjandi. Allar hendur eru vælkomnar, ongantíð ov nógvar. Vit, sum longu eru í hópinum, gleða okkum at innlima enn fleiri komandi tíðina.
Um eina løtu fer Samson í Lambanum at selja blusur, sum vanligt er á okkara veitslum. Hetta er eitt gott ískoyti til okkara rakstur. Peningurin fer til eitt gott endamál, nevniliga ÍF.
Til endans:
Vit fara komandi árini at arbeiða fyri tí góða felagsskapinum. At okkara ungu koma at støðast, mennast og vaksa upp í einum felagi, sum tey vilja tekkjast. At eingin ivi skal vera um, at tey spæla fótbólt, tí tey vilja og elska at spæla fótbólt, og at tey spæla fótbólt við ÍF, tí ÍF er teirra felag.
Málið hesi komandi árini er, at vit, tá tíðin er búgvin, aftur hava umboðan í bestu deildini, bæði hjá kvinnum og monnum. At vit skulu síggja okkara ungu aftur á øllum ungdómslandsliðum hjá FSF, og peningur og orka skal setast av til, at vit í ÍF kunna bjóða menning, seriøsitet og alt tað, sum annars krevst fyri at hava ungdómsfótbólt á høgum støði.
Eg vil til endans nýta høvi enn einaferð at takka øllum teimum, sum gera tað ólønta arbeiðið, sum trúliga stilla upp fleiri ferðir um vikuna, tað verður seg til ungdóm og vaksin. Tit, sum baka, tit sum vaska húsið, vaska klæðir, krevja inn, rudda vøllin, vinda upp fløgg, standa vaktir og tit, sum skipa fyri tiltøkum, bæði inntøkufremjandi og til frama fyri trivnaðin. Eisini tit, sum sum miðla fyri ÍF, grafikarar, høvundar og myndafólk. Venjarar, samskiparar, nevndarlimir og fólkini handan ymisku bólkarnar. Einki ÍF og eingin ÍF-felagsskapur uttan tykkum øll. Vegna felagið takki eg so miriliga. Mín vón skal vera, at fleiri leggjast afturat í komandi tíðum, tí saman standa vit sterk.
Til allar seinast fari eg at takka fráfarandi nevnd og fráfarandi formanni. Tit hava gjørt eitt gott arbeiði, hóast til tíðar vánalig kor, og tað er við eyðmjúkleika at vit taka yvir. Vit fara at gera alt fyri, at ÍF skal gerast ein enn betri felagsskapur.
So er bara eftir at siga, at eg kenni tað sum eina stóra æru at standa her í kvøld. ÍF hevur lívið lagað - tað ivist eg ikki í. Góða veitslu og vit síggjast aftur í 2025
Takk fyri!
Njal Reinert-Petersen, formaður
Oktobur 2024, ársveitsla

Onnur tíðindi