Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Broyting í aðalnevndini
Við hesum skulu vit kunna um, at Georges Rouah, nevndarlimur, hevur valt at fara úr aðalnevndini.

Georges hevur seinastu fimm árini verið formaður í felagnum, har hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði, bæði í góðum og minni góðum tíðum. Tilsamans hevur Georges verið í nevndini í góð 8 ár. Tað hevur verið okkum ein stór hjálp at havt hann í nevndini hesa fyrstu tíðina, nú nevndin bleiv mannað við nýggjum fólkum.

Georges hevur eina breiða vitan innan føroysku fótbóltsviðurskiftini og hevur hollan kunnleika innan nevndararbeiði. Vit takka Georges av hjarta fyri alt arbeiðið, ið hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskja honum blíðan byr á leiðini. Vit vóna og trúgva, at Georges javnan verður at síggja í Fløtugerði - inni sum úti!
Onnur tíðindi