Ítróttarfelag Fuglafjarðar
So er toymið hjá monnum fullmannað
Í kvøld eru tríggir sáttmálar undirskrivaðir. Talan er um hjálparvenjara, málmansvenjara og fysiskan venjara, sum allir verða knýttir at okkara besta mansliðið.

Sonni Djurhuus er settur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum. 50 ára gamli tvøramaðurin, ið er búsitandi í Klaksvík, hevur drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari, og hevur síðani 2002 verið í ymiskum venjaraleiklutum í feløgum sum AB, EB/Streymi, B36, KÍ og Víkingi. Sonni hevur UEFA A venjaraprógv.

Sjúrður Hovland Petersen verður nýggjur málmansvenjari í felagnum. 47 ára gamli runavíkingurin hevur UEFA B venjaraprógv og UEFA B málmansvenjaraprógv. Sjúrður hevur royndir sum málmansvenjari hjá FSF, har hann hevur havt úrmælsvenjingar og eisini hevur verið málmansvenjari hjá U15 landsliðnum. Hann hevur bæði royndir sum venjari og málmansvenjari í NSÍ, og í fjør var hann málmansvenjari hjá EB/Streymi.

Tað verður Gunnar Hjelm sum skal fáa okkara leikarar í form komandi ár. Vágbingurin, sum fyri stuttum saman við familjuni flutti til Fuglafjarðar, er settur sum fysiskur venjari í felagnum. Gunnar kann við sínum nógvu royndum, og málrættaða hugburði, hjálpa okkara leikarum á betri vanar.

Vit eru sera fegin um at Sonni, Sjúrður og Gunnar hava valt at seta sína undirskrift á sáttmála við okkum, og vit bjóða teimum hjartaliga vælkomnum til ÍF.
Onnur tíðindi