Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Ungir leikarar leingja
Tað er við gleði, at vit í kvøld kunngera, at fleiri av okkara leikarum eru klárir at tørna út fyri ÍF í 2025.

Aron Kensson, Bergur Jacobsen, Jákup í Lambanum, Jóhann Højbro, Markus á Lakjuni, Petur Meinhard Lundsbjerg, Rógvi Matras og Rúnar Cederius Johnsson eru allir ungir leikarar av egnum tilfeingi, og tískil ein týðandi partur av áhaldandi menningini av okkara besta mansliði og ÍF.

Vit ynskja teimum góða eydnu, og gleða okkum at fylgja ungu gørpunum komandi kappingarár.
Onnur tíðindi