Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Kári og Rógvi til ÍF
Í gjár kunngjørdu vit, at ungir fuglfirðingar leika við ÍF í 2025, og í kvøld eru tað tveir nýggir ungir menn, ið koma at umboða felagið.

Kári Johannesen er 21 ára gamal runavíkingur, ið higartil bert hevur spælt við barndómsfelagnum NSÍ, men í 2025 verður tað altso ÍF at Kári kemur at stríðast fyri á vøllinum. Ungi miðverjin hevur higartil leikt 48 dystir fyri 1. deild hjá NSÍ og skorað 4 mál.

20 ára gamli, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, er uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur sostatt traðka sínar barnaskógvar í Djúpumýru, men komandi ár verða tað vit í Fløtugerði, ið koma at njóta gott av góða vinstra beininum. Rógvi er skrásettur fyri 47 dystir í 1. deild fyri KÍ og 2 mál.

Vit eru sera fegin um, at Kári og Rógvi velja ÍF, og gleða okkum at fylgja teimum saman við restini av liðnum í 2025.
Onnur tíðindi