Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Nýggjársheilsan
Góðu tit øll,

Nú vit nærkast ársenda 2024, vilja vit í nevndini í ÍF-fótbólti nýta høvi at takka fyri árið.

ÍF er einki uttan sjálvboðin. Tit, sum aftur í ár hava hjálpt felagnum á so mangan hátt, eru við til at mynda felagið - nógv meira enn tit møguliga geva tykkum far um. Sum nevnd eru vit sera takksom fyri alla orkuna, ið tit leggja í felagið. Stóra tøkk fyri hjálpina í ár.

ÍF er einki uttan okkara privatu og vinnuligu stuðlar. Tykkara íkast til felagið ger allan munin. Tit eru við til at styrkja grundvøllin, soleiðis at børn, ung og vaksin kunnu mennast og hava tað gott í felagsskapinum ÍF. Av hjarta takk fyri stuðulin í ár.

Og allir okkara venjarar skulu hava eitt stórt rós og eina hjartans tøkk fyri arbeiðið, sum teir hava gjørt fyri okkara børn, ungu og vaksnu í ár. Takk!

Takk øll tit mongu, sum møttu upp til ÍF-veitsluna í ár. Tit vóru við til at seta ein serligan dám á kvøldið. ÍF-rómur á hægsta støði. Eitt sera væl eydnað kvøld, har vit í felag settu punktum fyri kappingarárið 2024.

Eisini takka vit øllum ÍF-fjepparum, bæði her á landi og uttanfyri landoddarnar, fyri árið.

Vit í nevndini hava nú verið til arbeiðis síðani septembur mánaða. Vit eru øll á einum máli um, at ÍF er ein góður og sunnur felagsskapur, og vilja vit gera okkara besta fyri at styrkja felagið, hjúkla um felagsskapin og menna leikarar.

Vit eru við gott mót, nú vit traðka innum gáttina til 2025. Ungdómsnevndin er um at vera liðug við at seta venjarar til barna- og ungdómsfótbóltin, og arbeiðir málrættað saman við høvuðsungdómsvenjaranum við at menna ungdómsarbeiðið í felagnum.

Spennandi verður at fylgja kvinnunum, ið høvdu eitt so sera gott ár í 2024. Haldið fram við tykkara áræði, stríðsvilja og samanhaldi.

Nýggja venjaratoymið til besta liðið hjá monnum eru vit sera spent uppá. Eisini fegnast vit um allar teir leikarar, ið vit hava skrivað sáttmála við til komandi ár. Fleiri tíðindi hesum viðvíkjandi verður at frætta fyrst í komandi ári.

Takk øll somul fyri árið 2024. Gott nýggjár!

ÍF - Starvsnevndin, desembur 2024
Onnur tíðindi