Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Tveir spælarar longt sáttmálan
Vit hava í morgun gjørt avtalu við tveir mans, ið sostatt koma at halda fram í felagnum.

Jákup Jónsson Nolsøe hevur í fleiri ár verið okkara tryggi aftasti skansi, og tað kemur hann eisini at verða komandi kappingarár. Jákup hevur higartil leikt 100 dystir í bestu deildini, so talan er um ein royndan málmann vit fara at síggja ímillum stengurnar aftur í ár.

Eisini verður Jákup Andrias Thomsen at síggja aftur í reyðu blusini. Ungi gøtumaðurin, ið leitaði sær inn um eiðið seinasta kappingarár, hevur gjørt nýggjan sáttmála við ÍF. Jákup Andrias er álopskendur leikari, og spældi í fjør 13 dystir fyri felagið.

Vit gleðast um at Jákup og Jákup Andrias velja ÍF, og ynskja teimum góða eydnu í komandi tíðum.
Onnur tíðindi