ÍF havt aðalfund
Fitt av fólkið var møtt til aðalfundin í gjárkvøldið, og huglagið var sera gott.
Sum flest onnur ítróttarfeløg, so hevur ÍF eisini aðalfund í hesum døgum. Í mun til tey flestu, so er høvuðsmálið á skrá, góðkenning av ársrokniskapinum.
Nevndarvalið er av praktiskum orsøkum á heysti, soleiðis at ein møgulig nýggj nevnd, kann verða við til at fyrireika eitt komandi kappingarár frá grundini.
Hesin leistur er ein, ið fleiri av hinum fótbóltsfeløgunum áttu at tikið við læru av. So vóru øll feløgini millum annað nógv betri klædd til ein aðalfund hjá FSF.
Høvuðsmálið í gjárkvøldið var sum áður nevnt, framløga og góðkenning av roknskaparárinum 2022..
Á fundinum vóru eisini frágreiðingar frá formonnunum høvuðsnevndini, Georges Í. Rouah og ungdómsnevndini Jonn S. Thomsen. Teir greiddu báðir frá, um árið sum fór, og hvat ið stóð fyri framman.
Síðani legði bókhaldari felagsins, Magnus Jørmundsson roknskapin fram, sum vísti eitt úrslit á góðar 550.000,- kr, sum sigast má er eitt sera gott úrslit, tá havast má í hugað, at felagið hevur havt eitt ár í 1. Deild, har ið stuðulin frá FSF er lægri, og tað annars ikki er líkað lætt at skaffa stuðlar.
So sigast kann ikki annað enn, at tað eru sera jaligir vindar, ið blása í Fløtugerði í løtuni.

Onnur tíðindi