Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Hildigarð Eliasen
ÍF-kemparin, ÍF-mamman (síðani ÍF-omman), Frú ÍF, Ársins ÍF-fjeppari, samskipari, peningarøkil, ábyrgdari av tombola. Nógv eru heitini og mangir eru hattarnir, sum Hildigarð hevur havt her í Fuglafirði fyri ÍF.

Hildigarð hevur nú í ein mansaldur ríkað ÍF við nærveru og ágrýtni, har hon altíð hevur gjørt tað á rættan hátt – altíð við tí ítróttarliga í fokusi.
Tað munnu vera fá runt í fótbóltsumhvørvinum í Føroyum, sum antin ikki hava hoyrt ella havt okkurt beinleiðis við Hildigarð at gjørt. Hon er bæði kend fyri sítt álvarsemi, speisemi og ongantíð bangin fyri at siga sína meining. Hildigarð hevur í áravís tryggjað sær, at ÍF altíð var ein góður vertur, har dómarnir skuldu vera í lagi, og okkurt altíð var til matna, óansæð um tú vart ein 8 ára gomul genta ella tú spældi við besta liðnum.

Hildigarð hevur allarhelst gjørt sum vanligar fótbóltskonur ella foreldur gera og er byrjað at hjálpt til, meðan maðurin var virkin, og meðan børnini hava spælt í ungdómsfótbóltinum. Hon hevur verið við har og nógv afturat av tí, sum kann væntast av tílíkum persónum.

Hóast Hildigarð er komin til árs við sínum 77 árum, so átekur hon sær enn nakrar uppgávur fyri ÍF. Aldur hennara er heldur ikki nøkur forðing fyri, at hon kann samskifta við og millum tey ungu, tí hon hevur eitt sera ungdómligt sinnalag. Enn tann dag í dag merkir ÍF nevndin hennara stuðul í tí dagliga.

Vit í ÍF eru errin og glað fyri alt tað, sum Hildigarð Eliasen hevur verið fyri ÍF og Fuglafjørð, og hava tí tilnevnt hana til Ársins ÍtróttaELDSÁL 2024

Sí innslagið í 3-2 her.
Onnur tíðindi