Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Ársins fyrsti venjingardystur
Í dag var venjingardystur millum 1. deildarliðini hjá ÍF og Skála í Fløtugerði. Úrslitið gjørdist 3-5 til Skála.

Nógvir leikarar fingu møguleikan at vísa seg í dag, tá Kristoffer Kvistgaard fyri fyrstu ferð stóð á síðulinjuni til dyst hjá okkara 1. deildarliði. Í málinum spældi Jákup N. allan dystin. Verjan var frá byrjan mannað av Rógva M., Kára, Bjarta og Berguri. Á miðjuni spældu Jóhann, Ruben og Jákup Andrias. Á hvør sínum vongi spældu Aron og Markus, og fremst var Dánjal.

Dánjal legði ÍF á odda beinanvegin í dystinum, og longu eftir 5 minuttir noyddist hann av vøllinum. Rúnar kom inn fyri Dánjal. Skjótt aftaná skoraði Skála uppá straffi. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði Skála mál uppá horna. Hálvleiksstøðan var 1-2 til Skála.

Nakrar skiftingar vóru í seinna hálvleiki. Beinanvegin komu Jákup í L. og Petur Meinhard inn fyri Højbro brøðurnar, Jóhann og Bjarta. Seinni kom Tóri T. inn fyri Markus.

Í seinna hálvleiki skoraði Skála til bæði 1-3 og 1-4 áðrenn ÍF fekk minka um munin til 2-4 og 3-4. Bæði málini skoraði av Jákup Andriasi. Beint áðrenn dysturin bleiv blástur av fekk Skála sítt fimta mál, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 3-5.

Dysturin var sum heild merktur av at tað var fyrsti dysturin hjá helst báðum liðunum. Spælið gekk hampiliga hart fyri seg, og hóast talan "bara" var um ein venjingardyst, so sást at liðini vildu vinna.
Onnur tíðindi