Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Ungdómsliðini fingið venjarar
Týskvøldið hittust venjarar í felagnum til fyrireikingarfund áðrenn bólturin aftur fer á rull.

Ungdómsnevnd, høvuðsungdómsvenjari og samskiparar kunnaðu um ymisk viðurskifti og góvu annars nógv góð ráð. Eitt væl skipað tiltak, sum bæði var hugnaligt og gevandi.

Ungdómsnevndin og høvuðsungdómsvenjarin hava sett hesar venjarar til komandi kappingarár:

U5 (yngstu)
Sigrid Petersen og Jóhan Eliasen

U7 gentur
Kristina Obradovic, Palma Tausen og Elisabeth í Lambanum

U7 dreingir
Hanus Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard og Óla Jákup Nord Olsen

U9 gentur
Gunnrið á Lakjuni, Silvia á Bergi Mikkelsen, Maria Reinert-Petersen, Drós Kristoffursdóttir og Felisia Florinsdóttir

U9 dreingir
Eyðun Ryggshamar, Alex dos Santos, Thordur Egholm og Einar Petersen

U11 gentur
Judith R. Petersen, Lillian Jacobsen og Annika E. Breiðaskarð

U11 dreingir
Atli Petersen, Gerhard Mikkelsen og Leivur á Lakjuni

U13 gentur
Lillian Jacobsen og Jóan Pauli Jacobsen

U13 dreingir
Jóan Pauli Jacobsen, Tóki Harleysson og Andrias Jacobsen

U16 gentur
Jóhannus Tausen og Alex dos Santos

U15 dreingir
Nenad Saric, Høgni Zachariassen og Dánjal Pauli Højgaard

U17 dreingir
Saman við B68

Flestu ungdómsliðini fara í gongd við venjingar fyrst í mars, meðan tey yngstu helst bíða til tíðliga í apríl. Meir kunning um tað kemur seinni.

Takk fyri eitt gott og gevandi kvøld, og vit gleða okkum at síggjast á plenuni aftur.
Onnur tíðindi