Karl er við!
Tað er við stórari gleði, at vit í morgun kunngera, at Karl A. Løkin hevur gjørt avtalu um at leika við ÍF í 2025.
Karl leikti fyrstuferð í Fuglafirði í 2010, og fer nú í holt við kappingarár nr. 13 fyri felagið. Hóast hann bert er 33 ára gamal, so eru heili 326 dystir í betri deildini inntil víðari í skjáttuni, so tað er ein royndur harri, ið nú legst afturat hópinum.
Vit gleðast um, at Karl enn einaferð velur ÍF, og ynskja honum bestu eydnu saman við liðnum í komandi tíðum.
Hagtalskelda: faroesoccer.com

Onnur tíðindi