Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Eingin fótbóltur um vikuskiftið
Fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at allir dystir, ið áttu at vera um vikuskiftið, verða útsettir.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at dystirnir í 1. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum verða útsettir til mikudagin 3. mai, meðan dystirnir í 2. umfari í Betri Deildini hjá monnum verða fluttir til mikudagin 12. apríl.

Harafturat eru umfør og dystir í 1. deild og í 2. deild hjá monnum, og í U21 fluttir orsakað av veðrinum, ið er væntandi næstu dagarnar.
Onnur tíðindi