Forfatter: if.fo

ÍF roynir at økja um tilgongdina hjá teimum yngstu

Ásannandi at tilgongdin til tær yngstu deildirnar kundi verið størri, so hevur ÍF avgjørt at bøta um undirtøkuna. Í tí sambandi varð skipað fyri foreldrafundi 4. apríl serliga ætlaður árgangum 2012 og 2013 (bæði gentum og dreingjum). Fleiri foreldur nýttu møguleikan, hóast fimleikaframsýning var somu tíð.

Vikuna eftir kom so Christina Ravnsfjall, grassrootsmennari hjá FSF, til Fuglafjarðar, har hon vísti eina aldurssvarandi venjing í Fløtugerði. 18 leikarar og foreldur teirra møttu, hóast svimjifelagið eisini hevði tiltak.

Ein facebook-bólkur er stovnaður: ÍF U7 2019 D/G árg. 12/13 + yngri

Mánadagin 29. apríl verður Christina aftur í Fuglafirði og tá skipar hon fyri venjing fyri U6-U9

ÍF – komið øll við! 😊

Samstarvið við venjaran endað

Vit skulu við hesum boðað frá, at samstarvið við Hegga Samuelsen, venjara hjá Betri liðnum hjá monnum, er endað.

Vit skulu nýta høvið at takka Hegga fyri hansara íkast til afturvendanina til fremstu deildina. Vit skulu somuleiðis ynskja honum blíðan byr og bestu eydnu framyvir.

ÍF hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, uttan at tað verður arbeitt við at finna nýggjan venjara.

Gundur til ÍF

Í dag kunnu vit bera tíðindini, at Gundur Ellingsgaard Petersen hevur undirskrivað sáttmála við ÍF fyri kappingarárið 2019.

18-ára gamli fuglfirðingurin hevur tað mesta av sínum ungdómsárum spælt við ÍF. Tey seinastu árini hevur Gundur búð í Íslandi, har hann hevur spælt við Valur í Reykjavík. Hann hevur tey seinastu árini verið við partur av U-landsliðum, og stendur m.a. skrivaður fyri 10 U17 landsdystir.

Sum leikari er Gundur kvikur og góður á bóltinum, og kann røkja nógv pláss á vøllinum.

Vit fegnast um at hava fingið Gundur heim aftur, og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og vælafturkomnan til ÍF.

Myndina eigur valur.is.

Holgar Durhuus til ÍF

Í kvøld hevur Holgar Durhuus undirskrivað sáttmála við ÍF.

26 ára gamli vestmenningurin hevur fyri tað mesta spælt á álopskendu plássunum á vøllinum, og kann lýsast sum ein kvikur leikari við góðum tekniskum førleikum.

Seinasta árið hevur Holgar spælt við felagnum Kvik Halden, sum tryggjaði sær uppflyting í triðbestu deildina í Norra. Annars hevur Holgar altíð spælt í Føroyum, og hevur í 121 dystum í bestu deildini skorað 11 mál.

Fyriuttan eitt ár á Skála, hevur hann altíð spælt við barndómsfelagnum, 07 Vestur.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Holgari hjartaliga vælkomnum til felagið.

Dávid Langgaard til ÍF

Fuglafjørður er ein spennandi fótbóltsleikara ríkari, nú tað frættist úr KÍ, at Dávid Langgaard hevur skrivað undir við ÍF. Vit vilja við hesum vátta tíðindini.

23 ára gamli leikarin av Norðoyri kann røkja nógv pláss á vøllinum. Í fjør mannaði hann miðverjuna hjá KÍ í 1. deild saman við Henry Heinesen, sum fyrr í vetur kom til ÍF. Hóast Dávid fyri tað mesta spældi á verjukendum plássum í fjør, so eydnaðist tað honum at skora 9 mál í 16 dystum. Dávid hevur altíð spælt fyri barndómsfelagið KÍ, og higartil er tað blivið til 21 dystir í bestu deildini. Harumframt hevur Dávid spælt 2 U-21 landsdystir fyri Føroyar.

Vit gleða okkum at síggja Dávid í reyða búnanum og ynskja honum hjartaliga vælkomnum til felagið.

Koyr á ÍF!

Venjaratoymið styrkt

Ólavur Larsen heldur fram sum hjálparvenjari og Jákup Mikkelsen legst aftrat sum málmans- og hjálparvenjari. Ikki kann sigast annað, enn at tað eru tveir sera týðandi persónar fyri ÍF, sum í dag leggjast aftrat venjaratoyminum.

Hóast sín unga aldur á 35 ár, hevur Ólavur verið felagnum ein dyggur stuðul í nógv harrans ár, bæði sum leikari, formaður og venjari. Í næstum fer Ólavur undir A-venjara útbúgvingina hjá FSF, sum er eitt krav fyri at verða venjari í bestu føroysku deildini. Spennandi verður at fylgja venjaraleiðini hjá Ólavi í framtíðini.

Jákup er eisini ein sera væl kendur maður í Fuglafirði. Tá snakkað verður um leikarar við legendustatus, so kann ikki hyggjast burtur frá Jákupi. Jákup spældi við ÍF frá 2010 til 2014, og var tí við til at vinna øll tey fýra silvurheiðursmerkini vit fingu hesi árini. Jákup var eisini uttan iva ein av størstu grundunum til at tað gekk so væl hesi árini. Longu í 2015 var Jákup aftur í felagnum, hesaferð tók hann yvir sum venjari teir síðstu fýra dystirnar av kappingarárinum. Tað mesta av 2016 og 2017 var Jákup høvuðsvenjari hjá okkum.

Venjaratoymið er nú uppá pláss við Hegga Samuelsen (høvuðsvenjari), Ólavur Larsen (hjálparvenjari), Jákup Mikkelsen (hjálpar- og málmansvenjari) og Hanus Eliasen (fysiskur venjari).

Vit í ÍF eru sera væl nøgd við hesa samansetingina, og ynskja teimum alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Fyrireikingar til 2019

Føroyski fótbólturin verður allatíðina útviklaður, og tað setur hægri krøv til fólkini, sum eru knýtt at ítróttinum. Fyrr var fótbólturin fyri tað mesta bara um summarið, men er við útviklingini blivin ein heilársítróttur. Kappingarárið spennir seg nú yvir 8 mánaðir – frá fyrst í marts til síðst í oktober. Tey ymisku liðini leggja eisini meir og meir fyri við bæði vetrar- og yogavenjingum, sum absolutt ikki var gamalt.

Okkara fyrireikingar til Betrideildina fóru í gongd tvær vikur eftir lokið kappingarár. Venjingar hava síðani verið tríggjar ferðir um vikuna í góðar fimm vikur – fram til leygardagin 22. desember. Serligur dentur hevur verið á skaðafyribyrgjandi venjingum. Venjingarnar hava verið góðar og gevandi, og arbeiðslagið í hópinum hevur verið sera gott.

Endað varð leygardagin við eini innanhýsis innandurakapping í høllini á Kambsdali. Bláa liðið gjørdist vinnari av kappingini.

Á myndini: standandi frá vinstru Jóhan Petersen, Jan Ellingsgaard, Poul Mikkelsen, Holgar Durhuus, og húkandi Tóri Traðará.

Nú er jólafrí, og venjingarnar byrja aftur fyrst í januar. Fyrsti venjingardysturin er longu 12 januar.

Vit gleða okkum til komandi kappingarár. Koyr á ÍF!

Høgni Madsen aftur í reyðum

Tað er ikki sørt, at ÍF fjepparar hava nógv at frøast um fyri tíðina. Annan dagin á rað, kunnu vit kunngera, at fyrrverandi landsliðsleikari hevur skrivað undir 2-ára sáttmála við okkum. Í gjár var talan um Karl Løkin, meðan vit í dag hava sikrað okkum undirskriftina hjá Høgna Madsen.

Kambsdalsbúgvin spældi seinast við ÍF í 2013, tá vit tryggjaðu okkum silvurið í landskappingini annað árið á rað. Síðani tað hevur Høgni verið og roynt seg ymsastaðni – bæði í Føroyum og uttanlanda. Seinastu tvey árini hevur Høgni spælt í Íslandi, har hann hevur spælt við Fram (2017) og Thróttur Vogar (2018).

Vit kenna Høgna best sum ein hartkempandi miðvallara, men seinastu árini hevur Høgni eisini verið nógv brúktur sum miðverji.

Sambært FaroeSoccer hevur Høgni spælt 268 dystir í bestu føroysku deildini, og skotið 14 mál.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Høgna hjartaliga vælafturkomnan til felagið.

Karl Løkin er okkara

Í dag kunnu vit koma við gleðiligu boðunum, at Karl Løkin hevur valt at koma heim aftur.

Hóast Karl hevur sín uppruna í NSÍ, so kunnu vit ikki lata verða við at føla at vit eisini eiga ein stóran part av honum. Karl spældi sín fyrsta dyst fyri ÍF í 2010, tá vit fyri fyrstu ferð megnaðu at spæla okkum út í Evropa. Síðani tá hevur Karl spælt 151 dystir fyri okkum, har hann hevur skorað 14 mál, og lagt upp til 21 mál.

Karl hevur undirskrivað ein 2-ára sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini 2019 og 2020.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Karl hjartaliga vælafturkomnum.