Forfatter: Palli Vang

Enn ein leikari hjá okkum á landsliðið

Landsliðið hjá U15 gentunum er úttikið og har í millum er okkara Nicola Toftegaard við í hópinum.

Í døgunum 21. til 26. august fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Riga í Lettlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2019. Umframt Føroyar og Lettland, verða Estland og Litava eisini við í kappingini.

Í juni og juli mánað eru fleiri venjingar á skránni, umframt ein venjingarlega, sum verður á Svangaskarði dagarnar 17. og 18. august.

Herfrá ynskja vit Nicolu til lukku við úttøkuni og góða eydnu.

Dystarfrásøgn ÍF-Víkingur

Missið ikki mótið ÍF spælararnir !

Ì sólskininum í Fløtugerði spældu ÍF og Víkingur.
Fitt av fólki varð møtt til dystin, og mangir ÍF-stuðlar væntaðu ein javnan og góðan dyst.
Orsøkin til bjartskygni mundi helst vera, at ÌF vann 2-0 á EB/Streymi á Eiði, meðan Víkingur spældi javnleik móti sami liði í Gøtu.
Men so bleiv ikki, Víkingur bukaði fuglfirðingar av við heilum 4-0 , ið var eyðmýkjandi fyri fuglfirðingar, ið ikki vilja enda aftur í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Hvad bagdi okkara liði í dag ?
Í fyrra hálvleiki spældi ÍF liðið nógv upp á langbóltar, ið sterka verjan hjá Víkingi vann hvørjaferð, og einki spurdist burturúr.
Víkingur spældi væl saman og høvdu yvirvág í spæli so at siga allan dystin.
Tað gekk ikki long tíð at fáa fyrsta málið, og nakað seinni vóru fuglfirðingar so óhepnir at gera sjálvmál. Víkingur fekk sítt triðja mál í fyrra hálvleiki, so hálvleiksstøðan bleiv 3-0, tá ið dómarin bríkslaði fyrra hálvleik lidnan at vera.
Nú sá tað dapurt út hjá fuglfirðingum, men í seinna hálvleiki ressaðust ÍF-ararnir, løgdu seg eftir at spæla vakran fótbólt, og so at siga eingir langbóltar vóru at síggja í seinna hálvleiki.
Fuglfirðingar skiftu nakað av fólki út. Ungir spælarar fingu kjansin, m.a. Pól Jákup og Gundur, og teir royndust væl og smæddust ikki burtur.
Víkingur framdi somuleiðis fleiri útskiftingar, har ungir spælarar sluppu at royna seg.
Seinna hálvleik vóru liðini javnari, Víkingur fekk bert tað eina málið og fuglfirðingar einki.
Tað er eingin løtt uppgáva at taka sær av einum liði, nakað eftir at kappingin er byrjað, men tað hava Kári og Hans Jørgen gjørt, tí er tað ein sera stór ábyrgd, teir hava tikið á seg.
Vónandi verða teir hepnari næsta dyst, enn dystin í dag.
Men mótið mugu vit ongantíð missa, hvørki spælarar og venjarar, men standa saman og fyrireika okkum væl og virðiliga til næsta dyst.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dysturin í gjár ÍF-HB

So vann HB endiliga á ÍF

Onkur visti at siga, at HB hevði ikki vunnið á ÍF fjúrtan teir seinastu dystirnar í Fuglafirði.
HB hevur í fleiri ár havt tað sera trupult at vinna á ÍF í Fløtugerði, men í dag eydnaðist tað so umsíðir.
Líkindini at spæla í dag vóru av teimum allarbestu, og sólin kagaði fram av og á. Dysturin endaði við 2-0 sigri til HB, ið var fult uppiborið.
Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki 0-0.
HB hevði bóltin meira, men høvdu ilt við at skapa sær málkjansir.
ÍF hevði ikki teir nógvu málkjansirnar, men tann eini var heilt nær við, tá ið ungi spælarin Pól Jákup royndi seg við skoti, ið HB málmaðurin Teitur bjargaði meistarliga.
Seinna hálvleik var HB tað betra liðið, ið spældi skjótt og skilagott, og ÍF ararnir tóktust ikki at eiga ta nógvu orkuna eftir.
Nakað út í seinna hálvleik eydnaðist tað HB at fáa mál, og nakað seinni eydnaðist liðnum at fáa næsta málið, ið varð skotið í handara stólpan og so í málið – eitt sera vakurt mál.
HB er eitt vælleikandi lið, ið óivað fer at verða millum tey bestu liðini í bestu deildini í ár.
Liðið byrjaði ikki so væl í ár, men hevur ment seg nógv teir seinastu dystirnar.
ÍF liðið, sum spældi í næstbestu deildini í fjør, hevur havt eina laka byrjan í ár, tað er eins og lopið úr næstbestu deildini og upp í bestu deildina er ov langt, og liðið hevur ilt við at fáa ferðina upp, ið krevst í hesi deildini.
Men liðið spældi væl móti EB/Streymi á Eiði, TB liðnum í Fuglafirði og móti B36 í Havn, so tað er ikki at missa móti, men at herja á aftur við fullari ferð.
ÍF venjararnir, ið báðir eru kendir fyrrv. fótbóltsspælarar, seta stór krøv til spælararnar, ið teir skulu lúka – har er eingin slingur í valsinum, men tað tekur sína tíð, at fáa vend í – og hon kemur sum frálíður.
Í komandi viku spæla Víkingur og ÍF í Fuglafirði, og tað verður óivað ein spennandi dystur, tí vanliga hava nevndu lið javnar dystir í Fløtugerði.
Tað ræður um at hava gott mót, orku, stríðsvilja og spæla skilagott.
Hetta vænta vit at síggja næsta dyst.
Góða eydnu ÍF !

Skriva hevur Signar á Brúnni

Dávid úttikin til U17 landsliðið

Tíðliga sunnumorgunin setti føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Riga í Estlandi, har UEFA menningarkapping er á skránni næstu dagarnar. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Liktinstein eisini við í kappingini.

– Fleiri landsliðsvenjingar hava verið á skránni seinastu tíðina, og tær hava verið góðar. Tá talan er um menningarkapping, er menningin sjálvandi tað týdningarmiklasta, men vit fara sjálvandi altíð eftir at vinna, og eiga vit at kunna vera væl við í hesum dystunum, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við fsf.fo.

Vegna skaða varð ein broyting gjørd í føroyska hópinum dagin fyri fráferð. Hans Jákup Arngrímsson úr Víking hevur givið avboð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Dávidi Petersen úr ÍF.

Fyrsti dystur í kappingini verður mánadagin 22. apríl kl. 11:00, tá Føroyar og Litava møtast á Sportland Arena. Mikudagin 24. apríl kl. 15:00 spæla Estland og Føroyar, meðan seinasti dystur er fríggjadagin 26. apríl kl. 09:00, tá Liktinstein er mótstøðuliðið.

Nevndu tíðir er føroysk tíð. Dystirnir verða tíverri ikki stroymdir, men heimasíðan dystir.fo fer at fylgja gongdini beinleiðis.

Hópurin

Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Dávid Petersen, ÍF
Dávid Matras, KÍ
Jens Mortan Samson, KÍ
Mortan Rasmussen, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Elias Rusborg, Hvidovre (DAN)
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Poul Kallsberg, Skála

Høvuðsvenjari er Áki Johansen, og hjálparvenjari er Jens Kristian Hansen.

Í summar skal føroyska U17-liðið til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Danmark, og síðani er EM-undankappingin á skránni í heyst. Tá skulu okkara dreingir møta Danmark, Svøríki og Litava.

Vit ynskju dreingunum góða túr.

Til lukku Dávid og góða eydnu

Jenny úttikin til landsliðið

Í døgunum 5. til 12. mai fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Hvítarussland, har UEFA menningarkapping verður á skránni.

Umframt at spæla ímóti Hvítarusslandi, skulu føroysku genturnar eisini royna seg móti Aserbadjan og Kasakstan.

Øssur Hansen er venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru úttiknar til kappingina.

Í hópin ið er úttikin er Jenny R. Petersen, til lukku við úttøkuni og góða eydnu.