ÍF hevði aðalfund 17. september, har m.a. nevndarval var á skrá.

Fyri vali stóðu Rói Dalsá og Fríði Reinert-Petersen. Báðir stillaðu uppaftur og vóru afturvaldir. Harumframt kom Leif Andre Eliasen, sum er eitt kent andlit í felagnum, innaftur sum tiltakslimur. Aðalnevndin skipaði seg soleiðis: Njal Reinert-Petersen, formaður Fríði Reinert-Petersen, næstformaður Atli Petersen, peningarøkil Fritleif í Lambanum, nevndarlimur Irdi E. Toftegaard, skrivari Rói Dalsá, tiltakslimur Leif Andre […]

Ungdómsnevndin er eisini farin til verka.

Á aðalfundi 17. septembur bleiv ungdómsnevdin eisini skipað. Øll, sum stóðu fyri vali, stillaðu uppaftur og vórðu afturvald. Ungdómsnevndin er nú skipað soleiðis: Mary-Ann Zachariassen, forkvinna Lillian Jacobsen, næstforkvinna Klara Petersen, skrivari Jenny á Lakjuni, nevndarlimur Pól Hans á Grønutúgvu, nevndarlimur Rógvi á Lakjuni, tiltakslimur Palma Tausen, tiltakslimur.

U21 FM VINNARAR 2025

Góðu U21 leikarar! Vit í nevndini ynskja tykkum hjartaliga til lukku við FM-heitinum 2025! Tit hava satsað, kempað, tikið felagsábyrgd og lyft eina uppgávu í felag – nevniliga at vinna FM! Soleiðis skal tað gerast! Tit eru framúr góðar fyrimyndir fyri okkara ungu leikarum, og tykkara áræði og dirvi smittar okkum øll! Enn einaferð – […]