Her er Betri Deildin 2019 hjá monnum

Aftur í ár verður talan um eina drúgva kapping í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 10. mars. og ikki fyrr enn 26. oktober verður FM-steypið handað handað.

Um góðar tveir mánaðar fer bólturin aftur á rull í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður sunnudagin 10. mars, og síðani verða fimmtan umfør á skránni, áðrenn kapppingin fer í summarsteðg sunnudagin 30. juni.

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður lagt til brots aftur, tá 16. umfar verður spælt. Ólavsøkudystirnir í ár verða AB – EB/Streymur, B36 – Víkingur og HB – TB. Hinir báðir dystirnir í 16. umfari eru Skála – ÍF og NSÍ – KÍ.

Landskappingin í Betri Deildini hjá monnum endar leygardagin 26. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: Skála – EB/Streymur, AB – HB, TB – Víkingur, B36 – KÍ og NSÍ – ÍF.

Øll skráin fyri Betri Deildina 2019 hjá monnum sæst her: Betri Deildin menn 2019

Venjaratoymið styrkt

Ólavur Larsen heldur fram sum hjálparvenjari og Jákup Mikkelsen legst aftrat sum málmans- og hjálparvenjari. Ikki kann sigast annað, enn at tað eru tveir sera týðandi persónar fyri ÍF, sum í dag leggjast aftrat venjaratoyminum.

Hóast sín unga aldur á 35 ár, hevur Ólavur verið felagnum ein dyggur stuðul í nógv harrans ár, bæði sum leikari, formaður og venjari. Í næstum fer Ólavur undir A-venjara útbúgvingina hjá FSF, sum er eitt krav fyri at verða venjari í bestu føroysku deildini. Spennandi verður at fylgja venjaraleiðini hjá Ólavi í framtíðini.

Jákup er eisini ein sera væl kendur maður í Fuglafirði. Tá snakkað verður um leikarar við legendustatus, so kann ikki hyggjast burtur frá Jákupi. Jákup spældi við ÍF frá 2010 til 2014, og var tí við til at vinna øll tey fýra silvurheiðursmerkini vit fingu hesi árini. Jákup var eisini uttan iva ein av størstu grundunum til at tað gekk so væl hesi árini. Longu í 2015 var Jákup aftur í felagnum, hesaferð tók hann yvir sum venjari teir síðstu fýra dystirnar av kappingarárinum. Tað mesta av 2016 og 2017 var Jákup høvuðsvenjari hjá okkum.

Venjaratoymið er nú uppá pláss við Hegga Samuelsen (høvuðsvenjari), Ólavur Larsen (hjálparvenjari), Jákup Mikkelsen (hjálpar- og málmansvenjari) og Hanus Eliasen (fysiskur venjari).

Vit í ÍF eru sera væl nøgd við hesa samansetingina, og ynskja teimum alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Málmaður skrivað undir

Komandi ár kemur nýggjur málmaður at berjast um plássið millum stólparnar. Talan er um 28-ára gamla toftamannin, Petur Meinhard Magnussen.

Petur Meinhard hevur í síni fótbóltsleið spælt 262 dystir fyri B68, 07 Vestur og Giza Hoyvík – harav 9 dystir í bestu deildini.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Petur Meinhardi hjartaliga vælkomnum til felagið

Sunnvar heldur fram

21-ára gamli Sunnvar G. Hansen hevur í dag undirskrivað 1-ára sáttmála við ÍF. Miðvallarin úr Syðrugøta kom til ÍF miðskeiðis í kappingarárinum. Hann spældi 9 dystir og skoraði 2 mál í 1. deild í ár.

Til stuttleika kann nevnast at Sunnvar er beiggi Hallgrím, sum í nógv ár hevur verið málmaður hjá okkum.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Sunnvari hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Bóltsnillingur undirskrivað sáttmála


Enn ein av okkara ungu evnaríku leikarum hevur í dag undirskrivað 1-ára sáttmála við felagið. Talan er um 20-ára gamla fuglfirðingin, Jóhan Petersen.

Famrættaði leikarin hevur í ár, meir ella minni, bitið seg fastan á liðið, og hevur í 18 dystum skotið 6 mál.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Jóhan hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Fyrireikingar til 2019

Føroyski fótbólturin verður allatíðina útviklaður, og tað setur hægri krøv til fólkini, sum eru knýtt at ítróttinum. Fyrr var fótbólturin fyri tað mesta bara um summarið, men er við útviklingini blivin ein heilársítróttur. Kappingarárið spennir seg nú yvir 8 mánaðir – frá fyrst í marts til síðst í oktober. Tey ymisku liðini leggja eisini meir og meir fyri við bæði vetrar- og yogavenjingum, sum absolutt ikki var gamalt.

Okkara fyrireikingar til Betrideildina fóru í gongd tvær vikur eftir lokið kappingarár. Venjingar hava síðani verið tríggjar ferðir um vikuna í góðar fimm vikur – fram til leygardagin 22. desember. Serligur dentur hevur verið á skaðafyribyrgjandi venjingum. Venjingarnar hava verið góðar og gevandi, og arbeiðslagið í hópinum hevur verið sera gott.

Endað varð leygardagin við eini innanhýsis innandurakapping í høllini á Kambsdali. Bláa liðið gjørdist vinnari av kappingini.

Á myndini: standandi frá vinstru Jóhan Petersen, Jan Ellingsgaard, Poul Mikkelsen, Holgar Durhuus, og húkandi Tóri Traðará.

Nú er jólafrí, og venjingarnar byrja aftur fyrst í januar. Fyrsti venjingardysturin er longu 12 januar.

Vit gleða okkum til komandi kappingarár. Koyr á ÍF!

Jóla- og nýttársheilsan

Góðu tit í nevndini, ungdómsnevndini, leikarar, venjarar, stuðlar, fjepparar, hjálparfólk, og ALLIR ÍFarar.

Eg vil ynskja tykkum og tykkara kæru, eini gleðilig og friðsæl jól og eitt eydnuberandi nýtt ár😃

Nú árið er fari at halla og vit siga 2018 farvæl, vil eg nýta høvi, at takka tykkum fyri alt tað sjálvbodna arb. ið tit so trúføst veita ÍF. Uttan tykkum var einki felag😃

Við Ítróttarkvøðu

Dan Petersen

Høvuðsvenjarin leingir

Tað hevur ligið í kortunum, at Hegga Samuelsen skuldi halda fram sum høvuðsvenjari í felagnum. Vit kunnu nú staðfesta, at hetta verður so. Hegga hevur í kvøld undirskrivað sáttmála, ið merkir, at hann komandi ár kann byggja víðari uppá tað góða arbeiðið, sum hann og okkara hjálparvenjari, Ólavur Larsen, hava gjørt hetta seinasta árið. Fremsti málsetningurin var at flyta upp aftur í Betrideildina. Hetta eydnaðist, og sum flestu kunnugt, endaðu vit við at vinna deildina. Eitt annað, sum fegnast kann um, er at nógvir ungir leikarar hava fingið møguleikan á besta liðnum í ár. Vit eru tí avbera væl nøgv við samstarvið. Vit fegnast um avtaluna, og ynskja Hegga tillukku við sáttmálanum.

Høgni Madsen aftur í reyðum

Tað er ikki sørt, at ÍF fjepparar hava nógv at frøast um fyri tíðina. Annan dagin á rað, kunnu vit kunngera, at fyrrverandi landsliðsleikari hevur skrivað undir 2-ára sáttmála við okkum. Í gjár var talan um Karl Løkin, meðan vit í dag hava sikrað okkum undirskriftina hjá Høgna Madsen.

Kambsdalsbúgvin spældi seinast við ÍF í 2013, tá vit tryggjaðu okkum silvurið í landskappingini annað árið á rað. Síðani tað hevur Høgni verið og roynt seg ymsastaðni – bæði í Føroyum og uttanlanda. Seinastu tvey árini hevur Høgni spælt í Íslandi, har hann hevur spælt við Fram (2017) og Thróttur Vogar (2018).

Vit kenna Høgna best sum ein hartkempandi miðvallara, men seinastu árini hevur Høgni eisini verið nógv brúktur sum miðverji.

Sambært FaroeSoccer hevur Høgni spælt 268 dystir í bestu føroysku deildini, og skotið 14 mál.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Høgna hjartaliga vælafturkomnan til felagið.