Toppdystur í morgin

Í morgin, 2. Hvítusunnudag, verður toppdystur hjá Betri kvinnum, har nr. 1 og 2, ávíkavist KÍ og ÍF/Víkingur/B68, møtast kl. 13.00 í Sarpugerði. Vinnur okkara lið, liggja vit nr. 1 í deildini💪🏼 Deiligt hevði verið at sæð nógv viðhaldsfólk stuðla og heppa á okkara lið 😃😃

Bassafótbóltur kring landið

Nú byrjar Bassafótbóltur kring landið

Komandi mánaðin verður skipað fyri fótbóltskappingum fyri U7 og U9 kring landið. Tað eru FSF og Betri, sum í felag skipa fyri kappingunum.

Talan er um “túnabólt”, har ein fyribilsvøllur verður settur upp á staðnum, har kappingin er. Kappingarnar eru í Miðvági, Klaksvík, Saltangará, Tórshavn, á Sandi og á Tvøroyri. Fyrsta er í Miðvági nú mánadagin 27. mai.

Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst. Melda til á www.atgongumerki.fo/fsf.

Bassi verður á staðnum við onkrum góðum til børnini, og vinningur verður latin vinnandi liðunum í hvørjum øki.

Eisini sleppa vinnarar at luttaka í finalutiltaki á Tórsvølli í sambandi við steypfinalurnar 21. septembur 2019.

Enn ein leikari hjá okkum á landsliðið

Landsliðið hjá U15 gentunum er úttikið og har í millum er okkara Nicola Toftegaard við í hópinum.

Í døgunum 21. til 26. august fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Riga í Lettlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2019. Umframt Føroyar og Lettland, verða Estland og Litava eisini við í kappingini.

Í juni og juli mánað eru fleiri venjingar á skránni, umframt ein venjingarlega, sum verður á Svangaskarði dagarnar 17. og 18. august.

Herfrá ynskja vit Nicolu til lukku við úttøkuni og góða eydnu.

Dystarfrásøgn ÍF-Víkingur

Missið ikki mótið ÍF spælararnir !

Ì sólskininum í Fløtugerði spældu ÍF og Víkingur.
Fitt av fólki varð møtt til dystin, og mangir ÍF-stuðlar væntaðu ein javnan og góðan dyst.
Orsøkin til bjartskygni mundi helst vera, at ÌF vann 2-0 á EB/Streymi á Eiði, meðan Víkingur spældi javnleik móti sami liði í Gøtu.
Men so bleiv ikki, Víkingur bukaði fuglfirðingar av við heilum 4-0 , ið var eyðmýkjandi fyri fuglfirðingar, ið ikki vilja enda aftur í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Hvad bagdi okkara liði í dag ?
Í fyrra hálvleiki spældi ÍF liðið nógv upp á langbóltar, ið sterka verjan hjá Víkingi vann hvørjaferð, og einki spurdist burturúr.
Víkingur spældi væl saman og høvdu yvirvág í spæli so at siga allan dystin.
Tað gekk ikki long tíð at fáa fyrsta málið, og nakað seinni vóru fuglfirðingar so óhepnir at gera sjálvmál. Víkingur fekk sítt triðja mál í fyrra hálvleiki, so hálvleiksstøðan bleiv 3-0, tá ið dómarin bríkslaði fyrra hálvleik lidnan at vera.
Nú sá tað dapurt út hjá fuglfirðingum, men í seinna hálvleiki ressaðust ÍF-ararnir, løgdu seg eftir at spæla vakran fótbólt, og so at siga eingir langbóltar vóru at síggja í seinna hálvleiki.
Fuglfirðingar skiftu nakað av fólki út. Ungir spælarar fingu kjansin, m.a. Pól Jákup og Gundur, og teir royndust væl og smæddust ikki burtur.
Víkingur framdi somuleiðis fleiri útskiftingar, har ungir spælarar sluppu at royna seg.
Seinna hálvleik vóru liðini javnari, Víkingur fekk bert tað eina málið og fuglfirðingar einki.
Tað er eingin løtt uppgáva at taka sær av einum liði, nakað eftir at kappingin er byrjað, men tað hava Kári og Hans Jørgen gjørt, tí er tað ein sera stór ábyrgd, teir hava tikið á seg.
Vónandi verða teir hepnari næsta dyst, enn dystin í dag.
Men mótið mugu vit ongantíð missa, hvørki spælarar og venjarar, men standa saman og fyrireika okkum væl og virðiliga til næsta dyst.

Skrivað hevur Signar á Brúnni